Pokemon-fepurin dalandi

Talið av teimum, ið spæla Pokemon Go er fallið við 12 milliónum brúkarum seinasta mánaðin

Pokemon Go bergtók fólk um allan heimin, tá tað varð útgivið fyrr í summar, og eisini her heima í Føroyum er eyðsæð, at nógv hava latið seg lokka at leita eftir smáum pokemonstrum ymsa staðni í Føroyum.

 

Føroyskir ungdómar í rúgvuvís savnast eftir skúlatíð og um kvøldarnar við sonevnd pokestop og gym, og onkur eru eisini farin at illneitast inn á hesi, sum ganga við nøsini niður í skermin og leita eftir fantasiskapningum heldur enn at hyggja seg um.

 

Okkurt bendir tó á, at í Føroyum er ikki so galið sum aðrastaðni. Løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um, at fólk eru komin í ónáðir av at spæla ella av at onnur spæla Pokemon Go.

 

Nú er tó líkt til, at fepurin er um at hasa av. Altjóða tøl vísa, at talið av spælarum fellur skjótt. Altjóða tøl vísa, at meðan talið av spælarum var 45 milliónir um allan heim miðskeiðis í juli, so er talið beint yvir 30 milliónir mitt í august. 

 

Tøl, sum vísa hvussu ofta spælið verður tikið niður á eina telefon og hvussu nógva tíð, hvør einstakur nýtir upp á spælið, tekna somu mynd - fólk eru um at missa áhugan.

 

Hetta sæst eisini aftur í fíggjarheiminum, har virðið á partabrøvunum hjá Nintendo, sum eigur Pokemon Company, sum hevur útgivið spælið, er fallið við yvir 20 prosent á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo. Tó so, enn má spælið metast sum væleydnað, tí síðani tað var útgivið, er virðið á partabrøvunum í Nintendo voksið við 42 prosentum.

 

Fleiri frágreiðingar eru upp á minkandi talið av brúkarum. Onkur vísir á, at tað skal síggjast í ljósinum av, at summarfrítíðin er liðug og fólk ikki hava so nógva frítíð sum áður. Onnur vísa á, at spælið hevur verið plágað av feilum, og hóast fleiri dagføringar hava verið seinastu tíðina, so eru nógv, ið enn hava trupulleikar við tí. Meðan aftur onnur siga, jú, fólk eru um at gerast troytt av at renna eftir Pokemonstrum í gøtunum.