fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq og Finnur Fríði verða tey næstu skipini, sum landa í Fuglafirði.

Vilmund Jacobsen 19.05.2017 (19:18)

Polar Amaroq við 2100 tonsum

Um vikuskiftið kemur Polar Amaroq á Fuglafjørð at landa umleið 2100 tons av svartkjafti, og tá grønlendska uppsjóvarskipið hevur landað, landar Finnur Fríði við umleið 2500 tonsum.

 

Nógv svartkjaftaskip hava landað í Fuglafirði seinastu tíðina og seinastu skipini, sum hava landað, eru Tróndur í Gøtu, Høgaberg og Borgarin.

 

Soleiðis, sum gongdin hevur verið í seinastuni, er væntandi, at Havsbrún fer at fáa nógvan svartkjaft aftrat, áðrenn makrelvertíðin byrjar til heystar.