fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Glasir er feskasta dømi um, at politikarar vilja ikki gjalda tað, sum ein verkætlan í roynd og veru, kostar

Áki Bertholdsen 11.01.2017 (09:11)

Politikarar hava skyldina fyri ruðuleikan

– Tá ið tað almenna fer undir eina verkætlan, má tað vera eitt samsvar ímillum tey krøv, politikarar seta til verkætlanina og tær upphæddir, teir seta av til endamálið. Men tað er tað ikki altíð.

 

Tað staðfestir Hendrik Old, landsstýrismaður

Hilbert Elisson, sum hevur havt sæti á tingi fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at forða fyri, at almennar verkætlanir viðhvørt fara eftir spónalagnum.

 

Hendrik Old sigur, at tað er ein sannroynd, at játtanarkarmurin og krøvini til eina verkætlan ofta ikki samsvara.

 

– Høvuðsorsøkin er at verklagslógir verða gjørdar, áðrenn ein faklig kostnaðarmeting fyriliggur, sum tekur støði í veruligu krøvunum til verkætlanina.

 

Hann sigur, at Dømi eru um at kostnaðarmetingarnar, sum verða gjørdar áðrenn forprojektið er gjørt, verða upp til 50 prosent bíligari ella dýrari, enn veruligi kostnaðurin er.

 

– Tað kemur fyri, at politiski myndugleikin skerjir kostnaðin á eini verkætlan aftaná at verkætlanin er projekterað, og harvið áðrenn ein byggifaklig meting er gjørd av endaliga kostnaðinum.

 

Hann sigur, eitt dømi um hetta er nýggi Viðareiðistunnilin, har kostnaðarmetingin hjá Landsverki var 187 milliónir krónur, meðan játtanin var 25 milliónir krónur lægri, ella 162 milliónir krónur.

 

– Hesin framferðarhátturin leggur eitt alt ov stórt trýst á teir partar, sum eru settir at fremja verkætlanina.

 

Glasir er eitt annað dømi har verklagslógin var samtykt politiskt, og kostnaðarætlanin sostatt varð løgd fastløgd áðrenn byggiskráin, sum skal lýsa krøv, ynskir og tørv hjá eigarum og brúkarum, varð gjørd.

 

– Tá ið so verkætlanin varð boðin út og tilboðini komin inn, vóru lægstu boðini einar 155 milliónir krónur hægri, enn játtananin, sum varð sett av til endamálið.

 

– Ein eykajáttan uppá 64 milliónir krónur bøtti um støðuna, men framvegis manglaðu 91 milliónir í. Hetta er tað sama, sum alt høvuðsætið hjá BankNordik kostaði

 

– Tí er tað ikki torført at ímynda sær tær ovurhonds stóru avbjóðingar, byggiharrin fekk í royndini at finna neyðugu sparingarnar á Glasi fyri at kunna halda fíggjarkarmin fyri

 

Ein annar trupulleiki er, at tað kann vera ósamsvar millum tíðarætlanina fyri byggingina og íløguætlanina.

 

– Hetta tarnar byggingini, tí tá fylgja játtanirnar ikki sjálvari gongdini og sostatt verður natúrliga byggitilgongdin órógvað og brotin.

 

– Eitt dømi um tað er farleiðin til Viðareiðis, har byggitíðarskeiðið var mett til trý ár, men peningurin eftir ætlan skuldi játtast yvir fýra ár. Hetta var tó broytt við eykajáttan, soleiðis at verkætlanin var liðug til tíðina.

 

Hendrik Old sigur, at ein játtan til eina verkætlan má fyrst og fremst taka støði í byggifakligum metingum, og ikki vera grundað á eina politiska avgerð, ið einans tekur atlit til fíggjarlógina.

 

– Samanumtikið kann sigast, at tað í flestu førum eru trongir fíggjarkarmar, sum er høvuðsorsøkin til, at trupulleikar stinga seg upp í sambandi við almennar verkætlanir og fáa hana at fara av kós, sigur Hendrik Old.

 

Hann sigur, at hetta er annars ein trupulleiki, Landsverk hevur víst á í nógv ár.