Leita á in.fo

Politiska niðurstøðan hjá Jógvani Skorheim og Magnusi Rasmussen í landsstýrismálanevndini fær onga ávirkan á løgmann. Gongur sum ætlað kunnu fólk av sama kyni giftast í Føroyum kanska longu týsdagin

Eirikur Lindenskov 19.05.2017 (07:28)

Politikkur og taktikkur fram um løgfrøði

Kjakið um at taka av landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum kyknar helst aftur í dag

 

Analýsa: Vanliga hevur andstøðan meirilutan í landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum. Tí verður tað ofta til tað, at meirilutin í landsstýrismálanevndini tekur politisk og taktisk atlit heldur enn løgfrøðislig atlit. Eftir øllum at døma verður tað eisini niðurstøðan hesaferð.

 

Politiska atlitið hjá Jógvani Skorheim og Magnusi Ramsussen er í hesum føri er at forða fyri lógararbeiðinum, sum ger, at fólk av sama kyni kunnu giftast í Føroyum longu týsdagin.

 

Hevði tað eydnast meirilutanum í landsstýrismálanevndini at sannført Løgtingið um, at umsitingin hjá løgmanni, forsætismálaráðið, kirkjumálaráðið í Danmark, barna- og almannamálaráðið í Danmark og umsitingin hjá Løgtinginum tóku feil, og at tulkingin hjá borgarstjóranum í Klaksvík og fyrrverandi borgarstjóranum í Runavík er røtt, so hevði málið um at loyva fólki av sama kyni at giftast í Føroyum aftur verið útsett í nakrar mánaðir – ella nøkur ár.

 

Tað er tó sum Dávid ímóti Goliat, um Magnus og Jógvan skulu vinna á løgfrøðisligu niðurstøðunum hjá trimum stjórnaráðum í Danmark við sjálvum forsætismálaráðharranum á odda – og løgmansumsitingini og løgtingsumsitingini í Føroyum.

 

Dagurin í dag fer so at vísa, hvønn veg tað ber. Andstøðan kann seta fram misálitisuppskot á løgmann. Gera tey tað, so gongur helst allur dagurin. Tí tá misálitisuppskot verður lagt fram, so skal tað viðgerast beinanvegin. Lítil – fyri ikki at siga als eingin – møguleiki er fyri, at eitt slíkt misálitisuppskot verður samtykt.

 

Landsstýrismálanevndin hevur einki politiskt eftirlit við løgmanni. Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava rættarligt eftirlit við løgmanni og landsstýrisfólkum, men ikki at døma. Hon kann bara tilmæla.

 

Politiksa eftirlitið við løgmanni hevur bara meirilutin á tingi, sum í hesum føri er samdur við løgmanni, løgtingsumsitingini og donsku stjórnarráðunum í, at grein 14 stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin.

 

Tí fær niðurstøðan hjá Jógvani Skorheim og Magnusi Rasmussen onga ávirkan á hvørki løgmann ella rættindini hjá fólki av sama kyni at giftast. Men rok í tinginum í dag kann merkja, at tingfólk skulu arbeiða í allan dag, í kvøld og kanska út á náttina við.