Politisk útlutan og hóttan um at skrykkja teppið undan

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, heldur, at trupulleikin við mátanum at býta út menningarkvotur er, at tær eru spjaddar út til ov nógvar persónar

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, heldur, at trupulleikin við mátanum at býta út menningarkvotur er, at tær eru spjaddar út til ov nógvar persónar. Hann heldur eisini, at tíðarskeiðið, tey fáa kvoturnar, er alt ov stutt.

 

– Tað skuldi heldur verið talan um langtíðarloyvi. Helst í minsta 8 til 12 ár, heldur Jørgen Niclasen, tí at fyrsta tíðin verður altíð brúkt til at prógva sítt virði. Hann vísir eisini á, at fyri at fáa fígging, so krevst eisini, at talan er um langtíðarkvotur.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jørgen Niclasen á FM1.