fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 29.10.2017 (09:40)

Politiska støðan í Íslandi er nú uppaftur fløktari

Um stóri Sjálvstæðisflokkurin ikki verður partur av nýggju stjórnini í Íslandi, so verður neyðugt við í minsta lagi fýra flokkum sum parlamentariskum grundarlagi undir stjórnini. Um Sjálvstæðisflokkurin verður við í stjórnini, so ber til at skipa tríflokkastjórn.

Royndirnar siga, at tað hilnast illa, tá ið tað eru fleiri enn tveir flokkar í stjórnini.

Stjórnarsamráðingar í Íslandi taka ofta langa tíð. Í dag fyri einum ári síðani var altingsval. Stjórnin millum Sjálvstæðisflokkin, Bjørt Framtíð og Viðreisn var ikki skipað fyrrenn tíggjunda januar.

Hesir tríggir flokkarnir mistu á valinum í gjár tilsaman trettan tingmenn. Í altinginum eru 63 sessir.

 

Á altingsvalinum í gjár varð Sjálvstæðisflokkurin aftur størsti flokkur. Søguliga hevur konservativi flokkurin havt gott tak á íslendingum, og soleiðis er tað framvegis, hóast tað ofta hava verið gølusøgur knýttar at oddamonnunum.

Soleiðis var tað undan hesum valinum, tá ið tað varð varpað ljós á, at forsætismálaráðharrin Bjarni Benadiktsson seldi síni partabrøv í stóra bankanum bara nakrar dagar undan, at hann fór um koll.

Men á valinum í gjár var Sjálvstæðisflokkurin aftur størstur. Talan var um afturgongd, tí flokkurin misti fimm av 21 tingmonnum, men hann er framvegis nógv størstur.

 

Stóri vinnarin var Miðflokkurin. Talan er um nýggjan flokk, sum Sigmundur Davið Gunnlaugsson fyri stuttum stovnaði. Tað var Sigmundur Davið Gunnlaugsson, sum fyri hálvumøðrum ári síðani noyddist at leggja frá sær sum forsætismálaráðharri, tá ið tað varð avdúkað, at hann fjaldi pengar í skattaskjóli. Íslendingar bóru nýggja flokkin inn á ting, har hann eigur sjey sessir.

 

Sigmundur Davið Gunnlaugsson fór úr Framsóknarflokkinum, sum á valinum í gjár varðveitti sínar átta sessir.

 

Samfylkingin vann fýra sessir og hevur nú sjey. Harvið var talan um eitt sindur av uppreisn eftir katastrofuvalið fyri einum ári síðani.

 

Næststørsti flokkur er Vinstri grøni, sum vann ein sess aftrat og nú eigur ellivu sessir.

 

Hjá nýggjaru flokkunum var valið misjavnt.

Piratarnir mistu fýra og eiga nú seks sessir.

Flokkur fólksins vann seg hesa ferð upp um tinggáttina, sum er fimm prosent, og vann fýra sessir.

Viðreisn misti tríggjar sessir og hevur nú fýra.

Framtíðin hjá Bjørt framtíð er ikki serliga bjørt. Flokkurin átti fýra sessir, men í nývalda tinginum eigur hann ongan sess.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her