Politiska umboðanin rópar eftir javnvág

Nú politisku flokkarnir eru farnir undir at fyrireika seg til val, fer Demokratia at varpa ljós á vantandi kvinnuumboðanina í politikki.

Í hesum sambandi skipaði Demokratia fyri tiltaki í Smæruni mánadagin 23. mai. Á skránni vóru framløga hjá Hallberu West, PhD í Stjórnmálafrøði, um týdningin av javnari kynsumboðan fyri fólkaræðið. Eisini var orðaskifti millum umboð úr øllum politisku flokkunum. Somuleiðis helt Maria Ziskason Nesá upplegg um mismun vegna kyn í føroyskum ítrótti.

 

Vantandi kvinnuumboðanin í politikki er ein álvarsamur, demokratiskur trupulleiki. Skulu vit flyta okkum fram sum samfelag, mugu vit vera felags um at finna loysnirnar. Hetta vóru allir flokkarnir á einum máli um, undir orðaskiftinum mánadagin.

 

Eftir stendur, at samfelagið tekur avbjóðingina í álvara – bæði flokkarnir, veljarin og miðlarnir.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med5##

 

##med4##