fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 11.01.2019 (14:00)

Pólland: Starvsfólk hjá Huawei handtikið fyri njósning

Pólland hevur handtikið tvey fyri fólk, ið eru undir illgruna fyri njósning. Annar persónur er eitt kinesiskt starvsfólk hjá Huawei, meðan hin er ein pólskur statsborgari, ið arbeiðir fyri eitt lokalt telefonfelag. Tað skrivar the Guardian, ið endurgevur pólskar miðlar.


Handtøkurnar koma í kjalarvørrinum av, at tað fyrr í vikuni kom undan kavi, at norska stjórnin umhugsar at sýta kinesiska tøknirisanum at vera við til at menna 5G netið í landinum. Harvið legst Norra aftrat listanum av vesturlendsku londum, ið seinastu mánaðirnar hava sett ymisk forboð fyri samstarv og handil við Huawei av ótta fyri, at felagið kann njósnast fyri kinesisku stjórnini,


Sambært almenna pólsku sjónvarpsrásini TVP framdi trygdarløgreglan rannsóknir í lokalu skrivstovunum hjá Huawei og telefyritøkuni Orange Polska, har póllendingurin starvast.


Kinesiska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at tey eru stúrin um handtøkurnar og heita á Pólland um at veita teimum handtiknu eina rættvísa viðferð. Og í almennari fráboðan skrivar Huawei, at felagið ikki hevur stórvegis viðmerkingar.


- Vit eru varug við støðuna og kanna hana í løtuni. Sum nú er hava vit ikki fleiri viðmerking. Huawei er undirlagt øllum galdandi lógum og reglugerðum í øllum londum har vit virka, og vit krevja av okkara starvsfólkum, at tey akta allar lógir og reglugerðir í teimum londum har tey virka, skrivar felagið í fráboðan.


Amerikanska stjórnin hevur í longri tíð ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er Huawei undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum. Huawei hevur ferð eftir ferð afturvíst ákærunum og enn eru eingin prógv almannakunngjørd, ið prógva ákærurnar.


Huawei er seinastu árini voksin til at blíva ein av heimsins størstu veitarum innan internet og telefonir. Í Føroyum samstarva bæði Føroya Tele og Hey við kinesisku fyritøkuna um at menna 5G til føroyingar og hava stjórarnir í báðum feløgum higartil hildið fast uppá, at føroyingar hava einki at óttast viðvíkjandi Huawei.


USA, Kanada og Avstralia eru annars millum londini, ið hava noktað Huawei lut í byggingini av teirra 5G neti og í desember reistu fregnartænasturnar í Danmark og Ongland eisini iva um samstarv við kinesisku fyritøkuna, aftaná at tær áður ikki hava havt stórvegis viðmerkingar um amerikansku ákærurnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her