Portugisisk perla vann Eurovision kappingina

- Tónleikur er ikki fýrverk. Tónleikur er kenslur, segði vinnarin av Eurovision

Portugal vann í kvøld stórsigur í Eurovision tónleikakappingini við einari perlu av einum sangi, sum Salvador Sobral framførdi meistarliga. 


Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Portugal vinnur Eurovision, og bæði dómsnevndir og hyggjarar kring Europa peikaðu á Portugal sum vinnara.

Stilli og vakri sangurin Amar Pelos Dois var í andsøgn við tað mesta, sum annars gekk fyri seg á pallinum av sangi, videoshowi og dansi.


- Hetta er ein sigur fyri tónleikin, tí tónleikur er ikki fýrverk – tónleikur er kenslur, segði Salvador Sobral, tá ið hann hevði vunnið kappingina.

Nummar 2 í Eurovision gjørdist Bulgaria, og Moldova varð nummar 3 – londini vóru tó væl aftan fyri Portugal. Italia, sum leingi var favorittur hjá veddingarfyritøkunum, megnaði als ikki at hótta Portugal í atkvøðugreiðsluni og endaði sum nummar 6.

Svøríki gjørdist nummar 5, Noreg nummar 10 og Danmark nummar 20. Ísland og Finnland komu ikki víðari frá hálvfinalunum fyrr í vikuni.

Omanfyri ber til at síggja vinnarasangin hjá Salvador Sobral.