Poul Andrias og Koks í matsending á Viaplay

Tað er avstralski kokkurin, Jock Zonfrillo, sum hevur verið í Føroyum og gjørt ein part av sendirøðini »Four Hands Menu«

Sendingin »Four Hands Menu« á Viaplay hevur vitjað í Føroyum. Tað er avstralski kokkurin, Jock Zonfrillo, sum hevur verið í Føroyum og gjørt ein part av sendirøðini »Four Hands Menu«. Føroyska sambandið er høvuðskokkurin á Koks, Poul Andrias Ziska, og teir báðir kokkarnir úr hvør sínum herðashorni læra hvønn annan og gera ein betri bita til bygdarfólkið í Dali.

 

Eftir at Poul Andrias hevur heintað Jock Zonfrillo á flogvøllinum í Vágum, koyra teir til Gásadals eftir røstum kjøti. Síðani gongur leiðin til Dals, har teir báðir fara at matgera í summarhúsunum hjá foreldrunum hjá Poul Andriasi.

 

Jock Zonfrillo er gitin kokkur úr Avstralia. Hann var tann fyrsti, sum nýtti matlistina hjá upprunafólkinum, og sermerkta matstova hansara, Orana, gjørdist ársins matstova í Avstralia.

 

Sendingin er 48 minuttir til longdar og kann síggjast á hesi slóðini:

 

viaplay.dk/player/default/serier/four-hands-menu/saeson-1/afsnit-4