Poul Michelsen: Kærið Posta til Kappingarráðið

Tað eru boðini frá Poul Michelsen, vinnumálaráðharra, til bløðini, sum hava kært sína neyð, nú Posta ætlar at hækka prísin á blaðútbering.

 

Við útvarpið í kvøld segði Poul Michelsen, at hann sum landsstýrismaður einki kann gera við almenna partafelagið Posta.

 

– Posta er lagt í eitt partafelag júst fyri at landsstýrismaðurin ikki skal blanda seg uppí, segði Poul Michelsen, og vísti á armslongdarprinsippið.

 

Hann segði, at hann kann biða Posta um eina frágreiðing upp á, hví tey ætla at hækka prísin, og tað væntar hann, at hann fer at gera.