fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Jákup Olsen 18.07.2018 (10:13)

Poul Olsen í Vági 100 ár

Í dag er tað ein stórur dagur í Toftalíð, ja, í allari Vágs bygd, nú Poul Olsen, Poul hjá Lávusi, fyllur 100 ár. Tað er ikki einum og hvørjum lagað at fylla 100 ár og at vera so raskur og væl fyri sum Poul.

 

Poul býr heima einsamallur í stásiliga heiminum hjá bróðurinum Olivuri og konuni Ennu, sum nú bæði eru deyð. Enna var ættað úr Hvalba. Olivur og hon fingu tvær døtur, Ebba og Jonna, sum báðar búgva í Danmark.

 

Poul hevur klára seg sjálvan og ikki ligið øðrum til byrðu, men passað bæði hús og heim og alt, sum har tilhoyrur, gott gjørt av einum manni, sum nú verður 100 ár. Harafturat er Poul so klárur, at ein kann skifta orð við hann, bæði um familju og øll dagsins viðurskifti.

 

Poul er sera hugnaligur at vitja og tosa við, og hann er sera glaður fyri, at onkur kemur inn á gólvið, tí Poul er ein sera fittur og fryntligur, blíður og smílandi maður, og ein verður altíð í góðum lag við at tosa við Poul. Hann er púra klárur, og ein kann práta við hann, sum um hann var ein unglingi.

 

Tá eg skal skriva eitt sindur um Poul, má eg fyrst skriva eitt sindur um pápa hansara, og okkara viðurskifti við hann. Pápi Poul var rokskiparin Johan Olávus Olsen, Lávus úti í Stovu, sum var giftur við Elspu. Tey vóru bæði systkinabørn, og tey vóru bæði úr Porkeri.

 

Toftalíð var jú uttangarðs, tí bøgarðurin var tá heilt vesturi við núverandi kaiina, og tá ið vegurin seinni bleiv gjørdur, gekk hann ikki longur enn út til Vendingarplássið, og bert ein breið gøta gekk harfrá og út á Marknoyri. Olávus keypti grundstykkið, 100 metur ytri enn Vendingarplássið fyri 175,-kr. frá Alexandur Vilhelm, sum átti meginpartin av allari Toftalíð.

 

Seinni  keypti hann alt stykkið fra húsunum og oman í mølina fyri 125,-kr, so hann fekk bygt sær neyst. Hetta vóru jarðarprísirnir tá í tíðini  allar seinast  í 1800.

 

Útímóti aldarskiftinum kom Olávus í samband við abba mín Óla Smið í Havnini. Teir vóru blivnir góðir vinir, og Olávus bað abban koma suður til Vágs við sær. Vágur hevði longu tá fingið skip og var í vøkstri. Tað var eisini tí, at Olávus var fluttur úr Porkeri og inn til Vágs, sjálvt um pápi Olávusar ráddi honum frá at flyta, tí tey vóru stóreigarar av jørð í Porkeri og annars væl fyri, so har var ríkiligt at liva av.

 

Jørðin var tá grundarlagið undir tilverðuni, men Olávus hevði júst tá lært til skipara og sá broytingartíðina fyri sær. Abbi mín bleiv faðirloysingur sum 15 ára gamal og var, tá íð pápin doyði, farin í læru sum jarnsmiður í Mikladali.

 

Tá lærutíðin var liðug, fór hann suður til Havnar og møtti tá Olávusi har, so tað passaði honum væl at fara suður við Olávusi. Olávus var júst tá fluttur í nýggj hús. Hann  kom at búgva hjá Olávusi í fleiri ár, bæði meðan hann fyrst bygdi smiðju og so eisini nøkur ár seinni bygdi sær sethús á einum gyllin av jørð í Tofthaga, sum hann fekk frá verfaðirinum við Hvanndalsá.  

 

Tað var eyðsæð, at Olávus skipaði fyri, at abbin keypti grundstykki frá Alexandur Vilhelm til smiðjuna, sum hann bygdi uttanvert húsini hjá Olávusi, men niðast á bakkanum, tí rógvast skuldi yvir á skipini, sum lógu har útfyri.  

 

Olávus hevði gott vinalag við tann sera fitta mannin í hinum endanum av Vági. Tað var eingin kai í Vági tà, hon kom ikki fyrrenn fyrst í 20`unum. Smiðjan hjá abbanum var bygd í 1899/1900,  tann allar fyrsta jarnsmiðjan í Vági.

 

Tað bleiv eitt lívlangt og sera gott granna- og vinalag ímillum húsini hjá Olávusi og abba mínum og í Toftalíð sum heild, og hetta hevur hildið fram hjá teimum næstu ættarliðunum til dagin í dag. Mamma mín var arbeiðsgenta hjá Palla og Metu í fleiri ár. Palli var sonur Olávus.

 

Umhvørvið um og í Toftalíð og á Marknoyri, sum Poul og brøður hansara vuksu upp í, var eitt sera virki og gott umhvørvi,har fólk gingu inn til hvønn annan. Hetta var eisini tann nýggi parturin av Vági. Tað var í Toftalíð, at teir flestu nýbyggjarar setti seg niður, og tí vitjaði nógv fólk úr smábygdunum rundan um Vág inn á gólvið, antin tað so var av Nesi, úr Porkeri,Lopra, Sumba ella av Øgrum, tá ið tey vóru í ørindum í Vági. Nógv fólk fluttu eisini til bygdina, sum var í stórari menning.

 

Synirnir hjá Olávusi vóru úrmælingar til hendurnar, handaligir, raskir, fittir og friðarligir og ógvuliga vælgjørdir.Til skips fór Poul ongantíð, og konu fekk hann sær ongantíð, men eftir vanliga fólkaskúla fór hann í realskúlan, sum tá var uppi í Avhaldshúsinum, vesturi við Gamla skúla. Lærubøkurnar vóru allar á donskum, bók á føroyskum fanst ikki, og tær komu ikki inn um skúlagátt fyrrenn u.l. 1930.   

 

Tá íð Poul hevði gingið har í eini tvey ár, kom sjúka ella annað í vegin, og Poul fór ongantíð aftur í skúla.

 

Eftir hetta gjørdi Poul alt fyrifallandi arbeiði, og  nakað seinni fóru pápin og brøðurnir undir at byggja 10 mannafarið “Ella” til útróður. Báturin bleiv uppkallaður eftir dóttur Palla. Við “Ellu” fór so Poul at rógva út. Poul minnist manga góða løtuna á útróðri við “Ellu”, á Dalagrynnuni ella uttan Stein. Men hann minnist eisini onkran ringan túrin  sum t.d. tann dagin, tá ið teir vóru norðuri á sjónum eystur úr Dímun.

 

Teir høvdu sett línuna í allarfagrasta veðri.Tá ið línan hevði staðið ein tíma, varð farið at draga, og nógvur fiskur var á, tá brast hann á sum úr byrsuni, og sjógvurin østist upp, teir mundu hava einar 15 – 20 centnarar inni.

 

Allir bátar har um leiðir vóru farnir at sigla, og nú fóru teir eisini. Tá teir høvdu siglt nakað, steðgaði motorurin, og hvat teir so enn royndu, fingu teir ikki motorin í gongd aftur, og tí vóru teir í ringari neyð.

 

Langt um leingi bar ein maður á deksbátinum “Nolsoyar Páll” eyga við okkurt langt burturi, og fóru teir so at sigla ímóti hesum. Hetta var av berari tilvild, at teir komu teimum til hjálpar og tóku “Ellu” uppá sleip. Tá ið teir komu á Vág, lá “Norðfari” klárt at sigla og at fara at leita eftir teimum, men alt endaði tíbetur í øllum góðum.

 

“Ella” hevur roynst teimum góðar fjalar. Tvær ferðir havi eg verið á floti við “Ellu,” og tvær ferðir havi eg verið við “Ellu” úti í Stóru Dímun, og allar ferðirnar hevur tað verið  sýslumaðurin Kjartan Midjord, sum hevur stílað fyri. Hetta komst av, at Kjartan var fostursonur Petur hjá Olávusi. Petur doyði av einari rakett um borð á “Elini” undir krígnum. Petur var giftur við Thomasiu mammu Kjartan.

 

Poul sigldi eitt skeið í 39/40 við Smyrli. Lønin var lítil  75,- kr. um mánaðin.

 

Undir og eftir kríggið gjørdi Poul alt fyrifallandi arbeiði, so sum betongarbeiði o.a. Poul kundi minnast eina lítla smágentu, sum altíð var í túnunum har vesturi hjá teimum, tá ið teir betongaði garðin frammanfyri húsini hjá Andreu og Semoni, og at hetta var Marna.

 

Marna sigur seg minnast frá óvita av, hvussu imponerað hon var sum smágenta yvir gongubreytina við betongkanti báðumegin, sum gekk frá portrinum á skák niðan gjøgnum garðin og niðan til trappuna við inngongdina til húsini. Hetta var óvanligt og vakurt í hennara eygum, og tað fríðkaði um garðin, havan og húsini, men “arkitekturin” til alt hetta var Poul Olsen, sum gjørdi hetta vakra betongarbeiðið, tí slíkum vakrum hevði Poul sans fyri.

 

Poul fekk so fast arbeiði á bedingini og var har í 18 ár. Poul segði, at har var mong hugnalig løtan og mangur tippur láturin, tí har treyt ikki við skemtarum og  spilopmakarum.

 

Tá ið Morell fór úr Vági, fór Poul av bedingini og út á timburlagrið á Fløgulið at arbeiða. Hetta var í 62/63. Har var hann so eisini í 18 ár. At Poul kann átaka sær so ymisk arbeiði uttan nakað, sigur eitt sindur um, hvussu fjøltáttaður og dugnaligur handverkari Poul er.

 

Í 1963 komu Marna og eg heim til Vágs skúla, og vit minnast frá teirri tíðini Poul hendan fitta og altíð blíða mannin, hvønn dag koma súklandi til og frá arbeiði. Jú, súklan og Poul hoyrdu saman í býarmyndini, tey vóru líkasum eitt hvørt við annað.

 

Tá ið Poul hevði verið á Fløgulið í 18 ár, varð hann biðin um at koma í málingahandilin hjá Henning Joensen at arbeiða. Har dámdi honum so sera væl at vera, og virkaði hann har, til árini blivu so mong, at hann mátti leggja frá sær.

 

Barnaheimið hjá Poul var omanfyri vegin, har bróðurin Palli hevði bygt uppí. Palli var giftur við Metu, og har var mamma mín arbeiðsgenta í nøkur ár. Oluf og Hanna búðu í gomlu húsunum, og har kom Gustav eisini at búgva, tá íð hann gavst at arbeiða í Íslandi og kom heim.

 

Handalagið hjá Gustavi var einki minni enn hjá hinum brøðrunum, hann kundi gera tær allar vakrastu og flottastu lagkøkurnar, rein list at kalla. Bróðurin Olivur, sum var giftur við Ennu , bygdi niðan fyri vegin. Poul, sum var og er ógiftur kom at búgva hjá teimum og býr har enn. Einaferð vegurin millum húsini skuldi breiðkast til bilveg, koyruveg, mátti húsini hjá Olivuri flytast longur oman frá vegnum.

 

Hetta skipaðu so brøðurnir fyri og løgdu arbeiðið til rættis. Tá ið teir so fluttu húsini, tók tað teimum  bert ein hálvan tíma at flyta øll húsuni uppá pláss. Seinni bygdi so Poul upp í húsuni, so tey blivu so stór sum tey eru í dag, og hann hevur eisini innrættað allan kjallaran, so hann er eins flottur og alt í erva. Handaligur, skilagóður og lagaligur  í øllum arbeiði, tað var Poul eins og hinir allir brøðurnir.

 

Poul hevði m.a. eisini tað at vitja eldri menn, sum ringdi eftir honum fyri at fáa hann at klippa sær, og hetta lá væl fyri hjá honum, men handalagið hjá Poul og kanska ikki minst hjá Olivuri sást eina mest, tá ið teir gjørdu grindaknívar, ostaskerarar o.a. og felti smærri lutir, myndir av hvali, bátum og grindareiðsskapi inn í skefti á knívinum og á slíðranum.

 

Hetta er so nett og vælgjørt arbeiði, at eingin tekur tað úr hondum teirra, so hesir prýðislutir hanga í nógvum stovum og prýða mong heim í landinum. Hóast hetta vóru sera vælegnaðir og hárhvassir grindaknívar, fara menn neyvan í grind við slíkum flottum knívum.

 

Jú, okur hava við eitt sera friðarligt, hjartaligt og arbeiðssamt fólkaslag at gera, og eg fari enn einaferð at veita tær Poul og øllum tínum eina hjartans takk fyri, at Olávus pápi tín tók abban Óla Smið við sær til Vágs og hjálpti honum at seta føtur undir egið borð, og at tit í heila taki tóku hann til tykkara.

 

Eftir at Olávus var blivin eldri maður og givin við at hava skip og sum skipari fór hann til Danmarkar at læra seg at rætta kumpas. Hetta hevði hann til arbeiðis saman við at seyma segl á Marknoyri hjá Nolsøe monnunum.

 

Enn er ikki útkalt á grúgvuni, tí í vøkru og stásiligu tvíhúsunum oman fyri vegin búgva nù Britt og Andrass.  Andrass er skrivstovumaður, men hann hevur sjálvur smíðað alt innan av nýggjum og nútímansgjørt  bæði húsini.Tað sæst, at Andrass ikki bregður burtur úr ætt.- Andrass er langabbasonur Palla hjá Olávusi.

 

Góði Poul, tú hevur nú í so mong ár búð einsamallur, eftir at Enna og Olivur bróður eru farin. Tú hevur hildið heimið og passa tað, sum um tú átti tað sjálvur. Har skínur av hvørjum sprekið, sum tikið verður til.

 

Eg fari at ynskja tær Poul ein sera góðan føðingardag, og nógvar ríkar løtur framyvir og má Harrin signa teg ta tíð, ið eftir er.

 

                                                         Hjartaliga til  lukku við 100 ára føðingardegnum.

 

                                                                                                              Jákup   Olsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her