fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 18.06.2017 (16:45)

Prestur eisini doula: Vil hjálpa barnakonum

Eftirspurningurin eftir eini doula er vaksandi í øðrum londum. Barnakonur ynskja í størri sum stuðul frá eini kvinnu, sum hevur kunnleika til barnsburð, men sum bert savnar seg um mammuna fyri, undir og eftir barnsburðin.

 

 

Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, hevur sum tann einasta í Føroyum, nomið sær útbúgving sum doula, og heldur sjálv at starvið sum prestur og sum doula samsvara væl. 

 

 

– Tað er ikki ein doula, sum føðir barnið, og tað er ikki prestur, sum skal gjøgnum sorgina, men í staðin fái eg veitt hjálp og stuðul í tilgongdini, sigur hon.

 

 

Enn er hon ikki vís í, hvussu stórur tørvurin í Føroyum er, men hon greiðir frá, at fleiri barnakonur hava sett seg í samband við hana, tí tær eru áhugaðar í tilboðnum um eina doula.

 

 

Tað kunnu vera serliga støður sum gera, at man ynskir sær eina doula. Anne Mette nevnir til dømis, at hevur ein upplivað eina trupla føðing, so kann ein ynskja stuðul næstu ferð, ella er maðurin til skips, og hevur ikki møguleika til at vera við, so kann ein kvinna ynskja eina doula ístaðin. Tað kann eisini vera, at kvinnan sum skal eiga er tannáringur, og tørvar stuðul og hjálp. Tað er ikki altíð, at ein kvinna ynskir at biða onkran av teimum, sum standa henni nær koma við. Tað er heldur ikki altíð, at ein kvinna hevur nakran at biða koma við sær, greiðir hon frá.

 

 

Hon leggur afturat, at ikki er neyðugt, at umstøðurnar eru serligar fyri at ein doula skal traðka til, tað er eisini vanligt, at ein doula hjálpir mammum undir vanligum umstøðum, har pápin eisini er við til føðingina og alt gongur væl. Endamalið er, at tað eru foreldrini, sum eiga føðingina og ein doula er bert ein dyggur stuðul.

 

 

– Tað besta hevði verið, um tað ikki var fyri neyðini, at eg traðkaði til, men ístaðin fekk alt rundan um føðingina at fella uppá pláss.Tað er umráðandi at fáa foreldrini at trúgva uppá sína egnu styrki, sigur hon sannførd.

 

 

Anne Mette Greve Klemensen væntar, at eftirspurningurin fer at vaksa, tá fólk finna útav, hvat ein doula er og hvat hon ger.

 

 

– Hóast vit í Føroyum hava góðar treytir á føðideildini, og føroysku kvinnurnar sleppa at liggja í nakrar dagar, so eru vit sum samfelag við at finna útav, at ein ikki kann skunda sær ígjøgnum eina tilgongd sum barnsburð. Ting taka tíð, og tað er meir fokus á, hvussu umráðandi tað er at lata alt ganga sína nátúrligu gongd, sigur hon.

 

 

Les alla samrøðuna við Anne Mette Greve Klemensen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.