Prestur fekk reytt kort

Ovi Brim, prestur, sum fekk reytt kort í fótbóltsdysti í gjár, greiðir her frá, hvat tað var, sum hendi, og hví hann fekk tvey gul kort.

Í gjár spældi Ovi Brim, prestur, fótbóltsdyst við 2. deildarliðnum hjá B68 móti NSÍ. Hetta var fyrsti dystur hjá honum í langa tíð, tó at hann í sínari tíð var aktivur leikari fyri B68. Í dystinum í gjár gekk væl, verjan stóð væl, og B68 hevði fleiri málmøguleikar, sum prestur sjálvur tekur til á sínari Facebook-síðu.

 

- Eg kann tað sama koma við tí sjálvur. Petur Reinert dømdi dystin, og nakað av áskoðarum vóru og hugdu. Tað var jú eystanstevna.

 

Tað, sum Ovi Brim, prestur, meinar við, tá hann sigur, at hann tað sama kann siga tað sjálvur, er, at hann í hesum fótbóltsdysti fekk tvey gul kort, sum soleiðis góvu reytt kort. Sjálvur greiðir prestur soleiðis frá dystinum í gjár:

 

- Í fyrra hálvleiki dømdi dómarin eitt fríspark á miðjuni. Eg taki bóltin við mær fyri, at innanmenn ikki skulu seta spælið í gongd beinanvegin. Dómarin floytar: Gult kort! Ivaleyst í lagi. Sama kundi tó verðið dømt móti øðrum seinni í dystinum, men lat fara.

 

Ovi Brim greiðir frá, at í seinna hálvleiki hendir tað, sum ikki má henda. Ein av mótstøðuleikarunum bjóðar av at renna kapp. Men, tá er einki at gera hjá presti, sum velur at renna í banan hjá hinum leikaranum - og teir báðir renna saman.

 

- Petur Reinert, sum er ein fínur dómari, er skjótur at floyta. Fríspark til NSÍ. Eg royni mítt og sigi, at hin leikarin feldi meg, sum er rætt, men eg havi sjálvandi sjálvur skyldina av tí. "Nei", sigur harra Reinert. Úrslitið er gult kort, sum saman við hinum fyrra gevur reytt kort.

 

Ovi Brim takkar nú pent fyri dystin og fer út um vøllin. Hann hugsar, at hetta er eitt reytt kort, sum tó ikki er av tí "ónda" slagnum.

 

- Eg eri bara ikki so skjótur. Komin út um er ein smádrongur so sera glaður og kundi mest sum ikki lata vera við bera boðini um, at ein prestur hevði fingid reytt kort. Ja, fótbóltur er stuttligur, sigur Ovi Brim á sínari Facebook-síðu, samstundis sum hann ynskir øllum ein góðan sunnudag.