fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.09.2017 (21:44)

Prestur: Fleiri foreldur ógift í dag

Talið av børnum, sum verða fødd uttan fyri hjúnalag er vaksið nógv seinastu árini, og tað eru fleiri, sum velja hjúnalagið frá ella velja at útseta brúdleypið til eftir, at tey hava fingið børn.

 

 

Heri Joensen, prestur í Havn, greiddi frá í Góðan Morgun Føroyar í morgun, at 6. september í ár vóru í søknini fødd 86 børn, og av teimum hava 30 gift foreldur. Í fjør vóru 158 børn fødd og 71 av teimum høvdu gift foreldur. Í 2015 vóru 133 børn fødd og av teimum høvdu 55 gift foreldur.

 

 

Talið svingar nakað, men í Havnini eru fleiri enn ein triðingur av teimum, sum verða foreldur, ógift. Her Joensen sigur, at hetta sjálvsagt kann vera tí, at fleiri av teimum ógiftu búgva í Havn.

 

 

Ein av orsøkunum til, at færri foreldur gifta seg er møguliga, at tey ungu formáa sær ikki, tí tað er sett so stórt upp.

 

 

- Skalt tú giftast, so er tað eitt stór brúdleyp, og tað verður útsett inntil man hálvgum gloymir at giftast. Samfelagið leggur iheldur kki upp til at fólk giftast, tí tað ikki er fíggjarligir fyrimunir í tí,  sigur prestur. 

 

 

Hann nevndi eisini, at foreldur ofta nevna, at tey burdu gift seg, tá tey koma til prest at tosa um barnadóp.

 

 

- Tá fólk koma her at doypa barnið, so nevna tey ofta at tey áttu at gift seg, segði hann við Góðan Morgun Føroar í morgun.