fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.08.2018 (20:15)

- Prestur forbarmaði seg

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Gudmundur Joensen, sum svarar. 

 

 

Mín besta, ella rættari sagt stuttligasta, SF uppliving er uttan iva 2005, tá eg var er 21 ár. Brian McFadden var stóra navnið, og vit vóru júst lidnir við eitt drúgt róðrarár. SF skuldi tað verða fyri fyrstu ferð saman við mínum bestu vinum, Niclas og Jógvan, men vit vóru nakað illa fyrireikaðir, tí tjaldpláss høvdu vit ikki keypt, men tí betur forbarmaði táverandi presturin seg yvir okkum, og læt okkum tjalda í havanum, sum lá beint við Vágsbø, so vit fingu avgjørt besta tjaldingarpláss yvirhøvur, og festivalurin var fantasiskur allan vegin í gjøgnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her