Prinsurin farin heim til Fredensborg

Hann ynskir at vera har sína síðstu tíð, sigur Kongahúsið

Heindrikkur, prinsur, er í dag útskrivaður frá Ríkissjúkrahúsinum og fluttur til Fredensborg slott.

- Hansara kongaliga hátign, Heindrikkur, prinsur, er í dag, fluttur frá Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg Slott, har hann ynskir at vera sína síðstu tíð. Støðan hjá prinsinum er framvegis sera álvarslig, boðar Kongahúsið frá.

 

Heindrikkur, prinsur, hevur verið innlagdur síðani 28. januar. Seinastu dagarnar er støðan versnað, so mikið, at Fríðrikur, krúnprinsur, er komin heim av vetrarleikunum í Suðurkorea fyri at vera hjá pápa sínum. 

 

Margretha, drotning, Joakim, prinsur, og abbabørn Heindrikk hava eisini øll vitjað hann, umframt systir hansara, Catherine, og bróðir hansara, Étienne, skrivar Ekstrablaðið.