fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 17.07.2017 (13:02)

Prísirnir hækka støðugt

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Seinasta árið eru prísirnir uppfarnir í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur.

Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 19,2 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,1 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 4,3 prosent seinasta árið.

Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 10 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,1 prosent.


Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,3 prosent annan ársfjórðing, samanborið við 0,6 prosent fyrsta ársfjórðing.


Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður og ymiskar vørur og tænastur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her