fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 17.07.2017 (11:28)

Príslækking í undirsjóvartunlunum

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum boða í dag frá, at tær hava avgjørt at lækka prísirnar at koyra í undirsjóvartunlunum frá 1. august 2017.


Talan er um prísbroytingar, ið einans koma teimum, ið hava hald, til ágóða.


- Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.


- Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin  lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin.


- Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir.


Upplýst verður í tíðindaskrivinum, at príslækkingin fer væntandi at kosta feløgunum knappar fimm milliónir krónur í inntøkum.