Prísurin er lágur og áhugin er lítil

Tað sum skal til, er kanska, at vit hyggja út um landoddarnar, sigur Jacob Vestergaard

- Prísurin er lágur og áhugin er lítil!

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, staðfestir, at hetta er orsøkin til, at næstan øll tann føroyska ullin fer fyri skeytið.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur annars spurt hann, um hann hevur nakrar ætlanir sum kunnu tryggja, at ullin verður savnað saman og kemur til høldar, tí sum nú er, fer at kalla alt fyri skeyti.

 

Tað sigur landsstýrismaðurin ikki nakað beinleiðis um, hóast hann ásannar at stórir møguleikar eru í at framleiðsla føroyskar klædnavørur, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings.

Og ein avgerðandi fortreyt fyri hesum er sjálvsagt, at ullin kemur til høldar.

- Trupulleikin er at hetta ikki loysir seg fíggjarliga og tað hava tey, ið hava fingist við hetta í áravís, ofta hava gjørt vart við, sugur hann.

 

Víst verður á, at í fjør komu eini 40 tons av ull til høldar, men í ár eru bara seks tons latin inn.

- Høvuðsorsøkin til, at so nógv ull kom til høldar í fjør, var, at ALS fór undir eina royndarverkætlan at savna ull inn við stuðuli úr Búnaðargrunninum.

- Búnaðarstovan, Búnaðargrunnurin, IRF, Almannaverkið, umframt onnur, hava stóðu saman við ALS, soleiðis at tað bar til at gera hesa verkætlan til veruleika.

- Inn komu 48 tons av ull, og 42,6 tons vórðu pakkað til avskipingar. Ullin fór til Onglands at verða vaskað og síðan varð hon boðin til sølu á uppboðssølu. Sum skilst var tað Sirri, sum keypti tað mesta av ullini, sum síðan varð spunnin á virki teirra í Litava, sigur Jacob Vestergaard.

 

ALS lat bóndunum fimm krónur fyri kilo og sostatt var stuðulin góðar 200.000 krónur tilsamans.

- ALS metti hesa verkætlan var so væleydnaða, at aftur í ár var søkt um stuðul úr Búnaðargrunninum, men hendan umsóknin varð ikki gingin á møti.

- Hevði Búnaðargrunnurin ikki stuðlað verkætlanini í fjør, hevði lítið og einki verið eftir til tey sum lótu ull, eftir at útreiðslurnar vórðu drignar frá inntøkunum.

- Skal ull framhaldandi verða savnað, skyld og pakka í Føroyum, er tí neyðugt við onkrum slagi av stuðuli, tí peningaliga ber hetta seg ikki, sigur Jacob Vestergaard.

 

Verkætlanin kravdi so nógva orku, at tað er ivingarsamt um ALS fer undir hetta einaferð afturat uttan stuðul.

ALS metir, at stuðulin má verða einar 100.000 - 140.000 krónur.

Tað eru sjálvandi eisini aðrir møguleikar at fáa stuðul til vinnuligar verkætlanir og til íverksetan, og Vinnuframi stendur fyri hesum øki.

- Vinnuframi letur ikki rakstrar- og íløgustuðul og sum nú er, hevur grunnurin ikki heimild til at stuðla innsavnan av føroyskari ull, uttan so, at hetta virksemi er partur av eini nýskapandi og vinnuligari verkætlan.

 

Men føroyingar hava eisini møguleikar at søkja um stuðul til verkætlanir gjøgnum norðurlendskar grunnar og gjøgnum Horizon 2020, sum er ES-samstarvið um gransking og menning.

- Til hetta krevst, at vit hyggja út um landoddarnar, og tað er kanska júst tað, sum skal til, fyri at vit frameftir skulu kunna fáa gongd á vinnuligt virksemi, ið er grundað á ullina, sigur Jacob Vestergaard.