Privat kunnu gera sending fyri Kringvarpið

Kringvarp Føroya bjóðar nú alment út arbeiðið at gera eina útvarpssending um vikuna um føroyskar miðlar. Talan er um nýggja sending, sum hevur arbeiðsheitið »Pressan«.

 

Í lýsing á heimasíðuni hjá Kringvarpinum sigur Kringvarpið soleiðis um krøvini til tann pesónin ella ta fyritøkuna, sum bjóðar seg fram at gera sendingina:

 

– Sum nakað nýtt bjóðar KVF við hesum framleiðsluna av eini útvarpssending alment út til persónar og fyritøkur við røttu førleikunum at átaka sær fyri eitt fast gjald fyri hvørja sending.

 

Talan er um nýggja útvarpssending í vetrarskránni 2018/19, sum vikuliga skal viðgera allan tíðindaflutning í Føroyum. Niðanfyri er ein nærri lýsing av sendingini og útboðnum.

 

Arbeiðsheiti: Pressan   

Miðil: Útvarp/heimasíða

Hvat: Ein vikulig útvarpssending í vetrarskránni 2018/19, t.e. frá 1. september 2018 til 1. juni 2019.

Longd: 55 minuttir.

Innihald: Áleið 25 minuttir frammanundan framleitt innihald og 30 minuttir beinleiðis kjak við skiftandi panelluttakarum.

Játtan: 5000 kr. pr. sending

Staðseting: Aktuelt, Kringvarp Føroya

Redaktionel ábyrgd: Aktuelt

 

Kravið er, at tann sum átekur sær uppgávnuna er úbúgving journalistur og hevur minst trý ára royndir á tíðindaredaktión.

 

Sendingin skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Stríðið millum journalistar, lobbyistar, spunasmiðir og politikarar um, hvør skal definera veruleikan er harðari enn nakrantíð áður. Lesarar, lurtarar og hyggjarar vera í dag undirdíktir í mótsigandi tíðindum, tíðindaskrivum, facebooknotum og beinleiðissendingum (facebook Live, youtube os.fr.).

 

– Tíðindamiðlar eru regluliga fyri atfinningum – bæði frá øðrum tíðindamiðlum og frá makthavarum, sum við sosialum miðlum í dag kunnu velja journalistar og miðlar frá, tí teir hava fleiri lesarar á egnum profilum enn tíðindaportalar hava.

 

– Verturin á sendingini skal við kønari fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, følsk tíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi.

 

– Umframt sjálva útvarpssendingina skal tilboðsgevarin gera eitt reyp ella ein brellibita um komandi sendingina, sum kann sendast í 1-2 dagar frammanundan. Eisini skal ein stutt lýsing í teksti gerast av sendingini hesa vikuna, sum kann leggjast á sosialu miðlarnar.

 

Kringvarpið skrivar, at eftir ætlan verður sendingin send fríggjadag fyrrapart, men tað er møguligt at broyta hesa ætlan, um ynski er um tað.

 

Sendingin skal vera í samsvari við grundvirðini fyri journalistikki í Kringvarpi Føroya.