Próvstovan: Próvtøkurnar ganga væl

Umleið 120 næmingar hava verið til skrivliga próvtøku í enskum í dag.

 

Hetta er triði próvtøkudagur, og í morgin endar skrivligi parturin við fimisrokning og greiðslurokning.

 

Mentamálaráðið boðaði herfyri frá, at ikki fór at bera til at nýta svar.fo til próvtøkurnar í ár.

 

Skúlin hevur lagað seg til nýggja veruleikan, og av Próvstovuni verður sagt, at higartil hevur gingið væl.

 

– Tað er ikki soleiðis, sum fleiri halda, at nýggja tøknin er slept: Næmingar arbeiða framvegis við teldutøkum tilfari, men uppgávur verða eisini avgreiddar skrivliga við hond, siga tey á Próvstovuni.