Prutl órógvaðu náttarfrið í Vestmanna

Tað er ikki so sjáldan, at løgreglan fær fráboðanir um, at prutl órógva kvøld-og náttarfrið.

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan úr Vestmanna um, at nøkur prutl órógvaðu friðin í bygdini.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey gjørdu eitt rend norður, men tá tey komu til Vestmanna, vóru eingi prutl at síggja.

 

- Talan var um, at fólk kendu seg órógvað av trimum prutlum.

 

Prutlini eru við millumbilum ein trupulleiki, tá koyrt verður um kvøldarnar og næturnar, og grannaløg kenna seg órógvað.

 

- Vit halda, at besta fyribyrgingin móti slíkum er upplýsing, leggur vaktleiðarin aftrat.