Leita á in.fo

Edmund Joensen 22.10.2018 (15:05)

Puigdemont er farin avstað aftur og hvat so?

Eru føroyingar blivnir klókari, ríkari, ella eru teir vorðnir hægri í metum í útheiminum, av eini vitjan, sum Tjóðveldi skipaði fyri

 

Neyvan. Helst er umdømið minkað.

 

 

Eitt slíkt stunt er fyrst og fremst eitt egotripp hjá einum politikara úr flokki, sum als onga missión hevur á Fólkatingið, annað enn at gera seg sjálvan bemerktan, og til tað verða hesi argandi tiltøk sett í verk.

Danskir pengar

Tá kunnu teir tillutaðu donsku pengarnir gott brukast. Ørðvísi er við pengunum úr blokkstuðlinum. Teir eru tillutaðir til sjúkrahús í Føroyum, pensiónir, og almenn forsorg.

 

 

Tá er knappliga synd í vaskikonuni á Vesturbrúgv, tí at onnur í Føroyum móttaka hesar pengarnar.

Tolið fólkaslag

Danir eru eitt tolið fólkaslag. Teir lata ikki við seg koma. Teir gera bara “gode miner til slett spil” fyri frið skyld, væl vitandi, at tað, sum Tjóðveldi roynir at gerða, sjálvandi argar spaniólar og sponsku stjórnina.

 

 

Vassandi í Fólkatingið

Fyrst at koma vassandi inn í Fólkatingið, og síðani til Føroya í Løgtingið. Grundlógarbrot og eitt slag av uppreistri er ikki at spæla við.

Helst hevur diplomatiðið tosað saman og orienterað, og fingið at vitað, at argandi handlingar av ymsum slagi hjá republikanarunum eru vit so von við. Mátin, vit brúka, er ikki at latast um vón fyri teirra provokatiónum. Tann sóttin lekist ikki.

 

Flestu føroyingar hoyra til og halda av romantiskum tjóðskapi, halda av tí, sum gott er, nýtt og gamalt føroyskt. Mál og mentan, matmentan, siðir og kvæðir og annað gott.

 

Tjóðveldi og hetjudyrkan

Hjá Tjóðveldi ræður hetjudyrkan. Alt hjá teimum er so øðiligt, stórt, sterkari, og alt sum er hent av framburði í Føroyum er sjálvandi teirra heiður. Sjálvt føroysku klæðini kanna tey sær, og nú manglar bara at síggja tey í húgaskóm.

 

 

Sundurlyndið og spjaðing er sjálvandi fylgjan av slíkum politikki.

 

 

Slíkur politikkur, um nakar kann kalla tað so, ger okkum í Føroyum hvørki ríkari ella eydnuríkari. Umdømið okkara uttanlands fær helst eitt skot fyri bógvin eisini.

 

Slíkt eiga fólk at skriva sær aftan fyri oyra, nu fólkatingsvalið nærkast.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her