Leita á in.fo

Ingi á Smið 06.12.2017 (16:27)

Púra burturvið

At skuldseta meg at finnast at borgarstjóranum í hevnissøku er so láturtligt og langt úti, at eg aftri meg við at viðmerkja slíkt. Má tó siga, at tað kemur als ikki sum nakað nýtt fyri borgarstjóran ella nakran annan, hvat eg meini um málið at broyta hjúnabandslógina, hetta hava hon og øll onnur í Fólkaflokkinum  vita, langt áðrenn Sundsmálið nakrantíð var uppá tal.

 

Fólkaflokkurin hevur alla mína tíð virt hjúnarbandið millum mann og kvinnu sum heilagt, og at hetta er grundarsteinurin undir sjálvum samfelagnum. Hetta helt eg eisini, at borgarstjórin gjørdi, tá hon sum tingkvinna, júst afturkomin úr Framsókn, saman við tingfólkum Fólkafloksins atkvøddi ímóti broytingunum í hjúnabandslógini. Nú sigur hon í samrøðu við IN.FO “ at hon hevur altíð tikið undir við” at samkynd skulu hava rættindi at giftast.  Hvussu skal hetta skiljast øðrvísi enn, at hetta fyri veljaran er ársins villleiðing.

 

Tað, sum er mest ræðandi í samrøðuni, er tó, at hon rør framundir, at ein borgarstjóri, sum ikki vil víga samkynd brýtur lógina “...tað hvílir ein serlig ábyrgd á henni sum borgarstjóri at halda landsins lógir”, altso vil hon við hesum siga, at bert tey kunnu vera borgarstjórar, sum vilja víga samkynd? Tað er av sonnum ræðandi.

 

Mint skal vera á, at lógin sigur ikki, at borgarstjóri skal víga samkynd, men hann kann. Tí lá væl fyri hjá borgarstjóranum at vera trúgv móti grundsjónarmiðum floksins, sum hon sigur seg umboða, og heldur takka nei.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her