Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 30.12.2016 (00:59)

Púrasta tikin á bóli av óveðrinum í kvøld

Fyri triðju ferð í eina viku, hevur skaðaveður herjað um stóran part av landinum.

 

Men ímeðan báðar jólaódnirnar vórðu fráboðaðar frammanundan, so at fólk høvdu stundir at fyrireika seg, kom ódnin í kom óveðrið í kvøld fullkomiliga óvart á fólk, tí tað varð ikki fráboðað.

 

Hann hevði boðað frá nógvum vindi upp í 23 metrar um sekundið, men nógva staðni hevur tað verið meiri enn tvær ferðir so strangt.

 

Onkrastaðni hevur tað verið heilt upp í 62,7 metrar um sekundið og miðalvindurin heur verið 43,4 metrar um sekundið.

 

Bjargingarfólk kring landið, vit hava tosað við, ásanna, at tey eru heilt tikin á bóli av storminum í kvøld, og tað sama siga tey á Strandferðsluni.

 

Tey høvdu væntað nógvan vind, men ikki nakað, sum upp á nakran máta líkist tí, ið hevur verið.

 

Á jólum ávaraði Strandferðslan í góðari tí um, at væntast kundu seinkingar og avlýsingar, tí veðurtíðindini vóru so vánalig. Men tað varð ikki gjørt í kvøld fyrrenn øll stóðu mitt í rokanum, tí veðrið varð nógvar ferðir verri, enn sagt varð.

 

Nú er avhæsað aftur, tó at tað framvegis er nógvur vindur, yvir 30 metrar um sekundið nógvastaðni, og onkustaðni upp í 40. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her