Pussy Riot brutu HM finaluna av

Russiski mótmælisbólkurin hevur boðað frá, at tað vóru tær, ið runnu inn á vøllin til finaluna millum Frakland og Kroatia í kvøld

Tá 52 minuttir vóru farnir av HM finaluni í fótbólti í kvøld, sóust fýra kvinnur koma rennandi inn á vøllin. Tær fýra kvinnurnar vóru ílætnar sum løgreglukvinnur og náddu at renna langt, áðrenn vaktirnir fingu fatur á teimum. 

 

Russiski mótmælisbólkurin, Pussy Riot, hevur tikið ábyrgdina fyri hetta. Á socialu miðlunum boða Pussy Riot frá, at tað vóru tær, ið brutu HM finaluna av. Sambært teimum gjørdu tær hetta sum liður í eini protest um teir politisku fangarnar, sum sita fongslaðir í Ruslandi nú. 

 

Tann eina náddi at fáa eitt “high-five” frá málskoraranum Kylian Mbappé.

 

Pussy Riot er ein bólkur av kvinnum, ið síðan 2012 hava gjørt uppreistur ímóti Vladimir Putin og russisku stjórnini. Tríggjar av teimum blivu fongslaðar eftir eina Putin-kritiska framførslu í einari kirkju í Moskva í 2012. Tær blivu heimskendar eftir hetta, og aftaná nógv rok í miðlunum og Amnesty International vórðu tær latnar leysar aftur í 2013.

 

Video av hendingini í kvøld er at síggja her.