Orkuverk og transformatorstøðir í fimm ukrainskum regiónum vórðu rakt í russiskum álopum síðstu nátt.
Tað upplýsir orkufelagið, Ukrenergo í Ukraina í dag.
- Russland noyddist at leypa á ukrainsk orkuverk sum aftursvar upp á ukrainsk álop á okkara egna undirstøðukervi, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin sambært Reuters.
Forsetin legði aftrat, at ein partur av málunum hjá Russlandi er at "avmilitarisera" Ukraina.
Seinastu mánaðirnar hevur Russland serliga lopið á orkuverk í Ukraina.
- Álopini hava verið millum tey harðastu, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri stívliga tveimum árum síðan, vita útlendskir tíðindamiðlar at siga í kvøld.