Putin trygga kós ímóti nýggjum forsetaskeiði í Russlandi

Valluttøkan verður einasta óvissi faktorurin, tá russar í dag fara at velja landsins næsta forseta

Valluttøkan verður einasta óvissi faktorurin, tá russar í dag fara at velja landsins næsta forseta.

 

Í morgun lata valhølini upp í Russlandi upp fyri tí, sum verður ein avgreiðsluspurningur fyri sitandi forsetan, Vladimir Putin.

 

Valsigurin kann ikki hóttast. Einasta óvissa hjá forsetanum er valluttøkan, sum væntast at verða lítil, júst tí at úrslitið er givið frammanundan.

 

Klokkan 20 í gjárkvøldið okkara tíð lótu valhølini upp í eystara parti av Russlandi. Síðstu valhølini lata aftur í Kaliningrad-økinum 22 tímar seinni.

 

Meingakanningar vísa, at Putin hevur stuðul frá 70 prosentum av veljarunum. Tað er uleið tíggju ferðir so nógv, sum næsti kappingarneytin.

 

Við enn einum valskeiði sum leiðari í risastóra landinum fer Putin av hava stýrt Russlandi í næstan eina fjóðringsøl. Tað er bara sovjettiski einaræðisharrin Josef Stalin, sum stýrt landinum longri enn Putin.

 

Nógvir russar stuðla Putin fyri at verja áhugamálini hjá stórveldinum uttanlands, sjálvt um tað krevur stríð við nógv lond í Vesturheiminum.

 

Aktuella støðan við stríðinum við Bretland, sum hevur lagt Kreml undir at hava roynt at dripi ein russiskan dupultagent við nervaeitri í Bretlandi, hevur ikki gjørt umdømi hjá forsetanum verri.

 

Flestu veljarar halda ikki, at tað er nakað veruligt alternativ til fyrrverandi KGB-agentin. Putin hevur tí alt valdið á politiska leikpallinum. Harumframt hevur hann valdið á tjóðarsjónvarpinum, har fleistu russara síggja tíðindini, har Putin javnan er at síggja á sínum sigursferðum.

 

Ein kanning, sum er gjørd 9. mars vísir, at Putin stendur til at áa 69 prosent av atkvøðunum á valinu.

 

Næsti kappingarneyti hansara, kommunisturin Pavel Grudinin, stóð til í somu kanning bara at fáa sjey prosent av atkvøðunum.

 

Aleksej Navalnij, sum er fyrsti politikari í nógv ár, sum hevur roynt at hótta valdsharrarnar í Kreml, slapp ikki at stilla upp á valinum.

 

Tað er tí, at hann er dømdur fyri mutur,  sum sambært Navalny er grundað á ákærur, framleiddar í Kreml.

 

/ritzau/