Putin vinnur stórsigur í Russlandi

Vladimir Putin er tilreiðar til fjórða skeiðið sum forseti Russalnds. Færri enn 60 prosent av veljarunum í Russlandi greiddu atkvøðu.

 

Fleiri kanningar á valstøðum vísa, at forseti Russlands hevur vunnið nakað oman fyri 70 prosent av atkvøðunum á valinum í dag.

 

Tá helmingurin av atkvøðunum vórðu taldar, hevði Putin fingið 75 prosent, upplýsir valnevndin í Russlandi sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Harvið er Putin klárur til fjórða skeiðið sum forseti, sum gongur fram til 2024.

 

Valkannignin hjá russiska statinum frá VTsIOM vísir eisini, at Putin hevur tryggjað sær 73,9 prosent av atkvøðunum.

 

Á øðrum plássi kemur kommunistiska valevni Pavel Grudinin við umleið 11 prosentum av atkvøðunum.

 

Men úrslitið vísir, at eingin av teimum sjey mótvalevnunum hjá Putin nakrantíð kundu hótta hann.

 

BBC sigur úr Moskava, at valluttøkan var á 59,9 prosentum. Men VTsIOM egna uppger vísir 63,7 prosent.

 

Tað er undir tí, sum russiska stýrið hevði vónað. Tey ætlaðu, at 70 prosent skuldu fara á val.

 

Upp til valdagin hava myndugleikarnir trýst á king risastóra landið at fáa fólk á val. Men tað hevur ikki eydnast.

 

Putin hevur lovað, at hann fer at brúka næsta valskiðið su forseti at styrka verjuna hjá Russlandi og at økja um livistøðið hjá vanliga russaranu.

 

Málingar vátta, at Putin framhaldandi er ein savnandi og ógvuliga sterkur forseti. Sergej Stalnov, ein bilmekanikari úr Istra norðan fyri Moskva, er nøgdur við, at við Putin verður tað aftur lurtað eftir Russlandi úti í heimi.

 

– Hann hevur lyft Russland á knøunum. Umsíðir eru tey farin at lurat eftir okkum, sigur hann sambært AFP.

 

Men Putin skal framhaldnai leiða Russland, sum er rakt av tiltøkum frá Vesturheiminum eftir hertøkuna av Krim hálvoynni.

 

Og nú er russiska stýrið eisini komið undir trýst frá Vesturheiminum eftir álop við nervaeituri í Onglandi ímóti russiskum fyrrverandi njósnara og dóttir hansara.

 

Sambært bretsku myndugleikunum er talan um nervaeitur, sum er ment av russiska herinum, og tí peika pílarnir ímóti Russlandi.

 

Tá forsetaskeiðið hjá Putin er úti í 2014, er tað bara Josef Stalin sum hevur sitið longri enn hann sum russiskur leiðari í Moskva.

 

Valið byrjaði í gjárkvøldið klokkan 20 okkara tíð í eystara enda av landinum. Síðstu valstøðini lótu aftur klokkan 18 í kvøld. Tað var í Kaliningrad í Eystrasalti.

 

/ritzau/