Úr HB til EB/Streym

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla Símun Sólheim

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla miðvallaran Símun Sólheim. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá. Símun Sólheim kemur úr HB, har hann í fjør fyri tað mesta sat á bonkinum hjá besta liðnum.

- Símun er  enn eitt nokkso óskrivað blað í vaksnamannafótbólti, men hann hevur spælt 27 dystir við yngri landsliðum, og má tí metast sum ein sera spennandi spælari, skrivar heimasíðan og leggur aftur:

- Símun kemur til felagið úr HB, har hann hevur verið fastur partur av Betri-hópinum. Í 2019 var Símun 30 ferðir á dómaraseðlinum, men spældi tó bert 3 dystir - tveir í landskappingini og ein í steypakappingini.

Hópurin hjá EB/Streymi byrjar nú at taka skap. Fýra ungir spælarar eru komnir til. Hjalti K. Djurhuus og Símun Sólheim eru komnir úr HB, Magnus Heinason úr Víkingi og Bjarki Zachariasen, sum hevur spælt niðri.