Ráðharri: Sannlíkt at bumbumaður ikki var einsamallur

Bretski innanríkisráðharrin rør framundir, at fregnartænastan kendi bumbumannin í manchester frammanundan.

 

Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd sigur, at tað »tykist sannlíkt«, at bumbumaðurin í manchester ikki handlaði einsamallur.

 

Bretska løgreglan segði í gjár, at bumbumaðurin var tann 22 ára gamli Salman Abedi. Hann er føddur í Manchester. Foreldur hansara eru úr Libya.

 

– Tað tykist sannlíkt, at hann ikki gjørdi hetta einsamallur. So fregnartænastan og løgreglan fylgja slóðunum fyri at tryggja, at tey fáa allar upplýsingarnar. At tey eru noydd til at tryggja okkum øll, sigur Amber Rudd við BBC.

 

Spurdur um Abedi fregnartænastan kendi Abedi frammanundan svarar hon:

 

– Trygdartænastur kenna nógv fólk, men tað merkir ikki, at tey skulu handtaka øll, sum tey kenna.

 

– Men er tað onkur, sum tey hava kent frammanundan, og eg eri vís í, at tá hendan kanningin er liðugl so vita vit meira.

 

22 fólk doyðu og 59 særd, tá Abedi mánakvøldið brast eina bumbu við eina av útgongdunum í Manchester Arena. Her høvdu 21.000 fólk verið til konsert hjá amerikonsku songkvinnuni, Ariana Grande.

 

Enn er støðan kritisk hjá 20 av teimum 59 særdu fólkunum.

 

Abedi doyði eisini av bumbuspreingingini.

 

/ritzau/Reuters