Ræddust mannin við líggjanum

Maðurin við líggjanum var ikki heilt edrúur.

 

STUTTGART: Ein maður við einum líggja loypti ótta á fólk í einum suðurtýskum býi, áðrenn løgreglan fann út av, at maðurin bara var farin í býin at slípa sær líggjan.

 

Løgreglan fekk fráboðan um, at ein løgin maður gekk run tí Achern við einum líggja. Tann 38 ára gamli kunnu siga løgregluni, at hann heðvi verið á einum bási á einum marknaði fyri at nýta eina slípimaskinu, tey høvdu har, og at hann ikki hevði ætlanir um at brúka reiðskapið sum vápn.

 

Ein alkoholtest vísti, at maðurin hevði fingið ein dropa í meira lagi, men týska tíðindastovan sigur ikki, hvat síðani hendi við manninum við líggjanum.