fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 03.01.2018 (10:09)

Rættarmálið móti Eikmonnunum byrjar nú

150 milliónir krónur. Tað er tað Fíggjarligt Støðufesti stevnur gomlu oddamonnunum í Eik Banka fyri. 130 dagar. Tað er talið av døgum, ið settir eru av til rættarmálið í Føroya Rætti. 140 fólk - tað er talið av vitnum, ið skulu avhoyrast í málinum.

 

 

 

Risastóra rættarmálið móti oddamonnunum í kollsilgda Eik Banka byrjar mánadagin 15. januar. Tað veit Kringvarpið at siga í dag. Og málið er ikki smávegis umfatandi. Tí viðgerðin í Føroya rætti endar ikki fyrr enn í august í 2019. Rættarfundir vera mánadag, týsdag, mikudag og hósdag í aðru hvørjari viku, skrivar Kringvarpið í dag. Umframt teir 130 dagarnar, sum settir eru av í ár, so eru eisini nakrir settir av í 2019, um tørvur skuldi verið á tí. 

 

 

 

Fíggjarligt Støðufesti stevndi Fritleif Olsen, nevndarformanni í Eik, Odd Bjellvåg, næstformanni, Marner Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra og Hans Laksá grannskoðara eftir 150 milliónum. Teir saksøktu fara at krevja frídøming, tá ið málið kemur í rættin, skrivar Kringvarpið í dag. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her