Ragnhild bloggar um mammulív: #tú mást ikki lúgva

Bloggur eftir Ragnhild Ellingsgaard. Ragnhild er 36 ár og býr í Klaksvík. Hon er útbúgvin lærari og starvast eisini nógv við mentanartiltøkum í Klaksvík. Ragnhild er mamma at trimum børnum. 

 

# tú mást ikki lúgva

 


Sunnudagur. Morgunin byrjar so væl við heitum rundstykkjum, góðum kaffi og livandi ljósum á borðinum. Børnini sita fitt og still og eg hugsi, at hetta verður ein góður dagur. Einki klandur, einki róp og ongar “kom-og-kappist-um-at-gera-mammu-svaka-í-høvdinum”-løtur. Tí við trimum børnum undir 10 ár kunnu tær løturnar annars teljast á rættiliga nógvum hondum.Men beint nú eru tey bara ordiliga fitt, sum tey sita har, væl nøgd í náttklæðum við nývaknaðum eygum og ógreiddum purlum um alt høvdið. Fittu snýðini, altso. 

 

 

Ná, men back to reality. Dagurin byrjar deiligt (og passaliga tíðliga) og eg hugsi við mær sjálvari, at vit eisini náa sunnudagsskúlan uttan nakað skeld ella klandur. Eg var snild í gjár og lat genturnar velja sær sunnudagsklæðir, áðrenn tær blivu alt ov linar. So ongar primadonnunykkur har í dag. Veldigt.  

 

 

 

Fitt sunnudagsklæðir til sunnudagsskúlan. Akkurát sum tað skal verða, ha? Tí sunnudagsskúlin er umráðandi fyri okkum sum familja. Tað er har, at børnini læra nógv av tí, sum eg ikki altíð dugi so væl at læra tey sjálv. T.d. at tú ikki mást lúgva. Tí (og hetta er eitt sindur pínligt at skriva) eg lúgvi sjálv. Seriøst; eg fangi meg sjálva í at lúgva næstan alla tíðina um næstan alt. Eg lúgvi um orsøkina til, at eg (aftur hesu ferð) komi ov seint. Um pengarnar, sum eg (aftur hesu ferð) kom at brúka (av óvart, sjálvandi!). Og um stutta summartoppin hjá gentunum, sum tær absolutt skulu í mánamorgun í 4 kuldastigum og kavaæli. Toppurin liggur goymdur í skápinum, men mamman hevur fingið sær til vana at síggja passaliga syrgin út og svara: "Áh, for hundan. Tann toppin? Øv, hann er altso í vaskimaskinuni beint nú. Vel heldur okkurt annað, helsje? Okkurt, sum er eitt sindur heitt og mjúkt, ha?". Og so lúgvi eg somu lygn umaftur, tá tær aftur spyrja eftir toppinum nakrar dagar aftaná. Eg skilji ikki, at tær ikki langt síðani hava gjøgnumskoða meg. Eg lúgvi eisini um, at svimjihøllin viðhvørt er stongd, hóast hon er opin, men mamman tímur bara ikki í svimjidrakt aftur í dag. Og eg lúgvi sum eg veit ikki hvat, tá eg ikki klári at halda meg til deadlines. Point being: Eg lúgvi. Og tá eg ikki kann verða tann góða fyrimyndin, so er gott, at sunnudagsskúlin kann taka yvir eina løtu við góðum virðum og leggja tey í børn okkara.

 

 

Ná, men til sakina. Tá genturnar høvdu lagt sær sunnudagsklæðini klár kvøldið fyri, so gjørdust tær knappliga kreativar og funnu útav, at tær vildu inn til abban at sova í soviposa. Í vikuskiftinum er jú (næstan) alt loyvt, ikki sannheit? Alt uttan at lúgva, sjálvandi. Stóribeiggin vildi tó vera eftir hjá mammuni og pápanum, so genturnar fóru einsamallar avstað við soviposa undir arminum. Og tá hurðin smekkar aftaná teimum, hyggur hasin fitti beiggin upp á pápan við stórum eygum og spyr, sum bara hann kann spyrja: "Babba? Hvat sigur tú til mega menna-party?". Sum í “kom-vit-báðir-og-keypi-skítfult-av-bomm-og-leggi-okkum-undir-teppi-at-eta-chips-og-bomm-og-drekka-kola-og-hyggja-eftir-film”-party. Mamman suffaði og hugsaði um molar, men pápin var beinanvegin game. Hetta var teirra kvøld, skilti mamman á lagnum. Og skjótt lógu báðir við einum stórum posa við blandaðum bomm og øllum tí, sum har til hoyrir, undir teppinum og høvdu tað heilt fantastiskt.  
Men hvat hendir? Aftaná góðar 20 min. verða eyguni hjá beiggjanum tung. Og so sovnar hann. Bara soleiðis. Og eftir sita vit bæði gomlu við góðgæti til fleiri fólk. Sum vit ikki skulu eta, tí vit vita betur. Men vit snýta, eta eitt sindur og goyma restina inni í skápinum. Morgunin eftir spyr beiggin sjálvandi eftir posanum. Vit vísa honum goymistaðið og leggja honum eina við, at nú goyma vit posan til fríggjadagin, sum er bommdagur. Og alt er gott. 

 

 

Líka til genturnar kom inn hendan vakra sunnumorgunin við abbanum. Eftir friðfulla morgunmatin hvørva børnini sum døgg fyri sól, men vit hoyra tey teska uppi á loftinum. Knappliga fellur fimmoyrað og eg veit fyri vist, hvat tey gera haruppi. Og rætt havi eg, tí nú byrja fagnaðarrópini. Eg geri eitt róp eftir teimum, renni upp á loftið - og har sita tey við posanum á gólvinum og munninum fullum við gummibommum. Eg sendi eyguni eftir beiggjanum og spyrji hann, hví í allari víðu verð hann hevur víst gentunum á posan. Tónalagið hjá mær er alt annað enn fitt, skal sigast. Og hann svarar, sum bara hann kann svara, at "jamen, didda spurdi, um vit áttu bomm?". "Um vit áttu bomm???", taki eg uppaftur. “Ehm..jaa.. og.. eg.. segði.. eh. jaaah?”, svarar hann mær. “Og tí segði ja? Tú skuldi sagt nei!!", sigi eg heldur harðliga. Hann hyggur upp á meg og ivast eina løtu. "Men so hevði eg logið!", svarar hann við rundum eygum. Og har dettur ketan av, tí knappliga sendi eg eina langa svadu eftir honum um, at viðhvørt skal man altso lúgva. "Men tú sigur altíð, at tað er ljótt at lúgva!", svarar hann aftur.  Men tað rínur ikki við hjá mammuni. "Nei. Viðhvørt er gott at lúgva. Viðhvørt skalt tú lúgva. Og tú mást læra teg at lúgva onkuntíð!", endi eg svaduna - og tá gongur sannleikin upp fyri mær.

 

 

Ein mamma, sum lærir síni børn at lúgva? Gakk av hundanum til. Eg tveiti posan aftur í skápið og biðið tey koma niður undir at eta nakrar víndrúvir.  

 

 

Tað er gott, at vit náddu sunnudagsskúlan.