Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.09.2018 (20:50)

Rak eystur um Borðuna

Tað gingu eini tveir tímar, frá tí, at elforsýningin umborð á Teistanum sveik, til manningin aftur fekk gongd á skipið.

 

Videobrotið omanfyri er frá AIS-skipanini hjá Vikmar. Tað vísir, at Teistin var dygst undir Hælinum á Hesti, tá hann fekk trupulleikar. 

 

Síðani sæst, at hann rekur gjøgnum Skopunarfjørð, fyrstu løtuna suður móti Sandoynni, men tá Rescue Lív og Brimil eru komnir til hansara liggur leiðin eystureftir, út úr fjørðinum.

 

Les eisini: Elforsýningin sveik

 

Á myndunum hjá Vikmar sæst, at tá manningin aftur fær motorin í gongd, liggur Teistin í ein beinan sunnan úr Borðuni á Nólsoynni.

 

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, segði við FM1 seinnapartin, at orsøkin til brekið var, at ein elforsýning umborð sveik.

 

Teistin er farin aftur í vanliga sigling nú.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her