Raksturin av Føroyum skal ikki hækka meira enn 4%

Tað sæst í fíggjarkørmunum, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið

Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum hækka í mesta lagi um 4% árliga, sum samsvarar áleið við metta vøksturin í bruttotjóðarútøkuni í 2025.

 

– Við hesum verður vøksturin í útreiðslunum hjá landinum ikki hægri enn samlaði væntaði vøksturin í bruttotjóðarútøkuni (í ársins prísum), men samstundis skal útreiðsluvøksturin hjá landinum fevna um lønarhækkingar, hægri veitingar og virksemisøkingar (demografiskar broytingar og fólkavøkstur), skrivar Fíggjarmálaráðið í fíggjarkørmunum, sum vórðu lagdir fyri tingið fríggjadagin.

 

Framskrivingin av útreiðslunum fyri 2025 vísir ein vøkstur á 5,4% í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri 2024.

 

Fíggjarmálaráðið ásannar, at tað verður trupult fremja átøk fyri 1,4% í 2025, og tí verður skotið upp at fremja átøk fyri 35 mió. kr. árliga, sum svara til eina árliga lækking á 0,5% av rakstrarútreiðslunum. Skulu nýggjar rakstrarraðfestingar koma afturat næstu árini, verður neyðugt at fremja átøk, sum samsvara við raðfestingarnar.

 

Herumframt kunnu átøk at økja um inntøkurnar verða framd.

 

Hesi átøk at betra úrslitið skulu brúkast til at minka skuldina, leggja upp fyri broyttari aldurssamanseting og til at standa ímóti við, tá ið búskaparliga verri tíðir koma.

 

Uppskotið til játtanarkarmar byggir á fíggjarlógina fyri 2024, umframt politisk átøk, sum eru gjørd síðani. Í talvuni niðanfyri er uppskotið til játtanarkarmar fyri árini 2025 til 2029 útgreinað og býtt á greinar og ár.

 

##med2##

 

Avtalað er eisini við donsku stjórnina, at heildarveitingin úr Danmark lækkar við 25 milliónum krónum árliga til og við 2026, tá upphæddin verður 542 milliónir krónur.