Leita á in.fo

Mynd: /ritzau/Carsten Bundgaard/arkiv

Danjal av Rana 03.01.2018 (11:16)

Raktur av krabbameini

Kim Larsen hevur fingið staðfest krabbamein og avlýsir tí konsertir sínar í januar, februar og mars. Tað boða Kim Larsen & Kjukken frá á Facebook-vanga sínum.

 

Talan er um 24 konsertir. Teir vóna tó, at konsertirnar í summar kunnu haldast sum ætlað.

- Eg má so mangar ferðir biðja um umbering til áhoyrarar og fyriskiparar. Eg eri farin at eldast, og hóast tað er móti mínum vilja, so má eg viðganga, at mær tørvar longri tíð at koma í spæliform aftur. Men eg vænti heilt víst at verða klárur aftur í summar, sigur Kim Larsen.

 

Kim Larsen varð annars innlagdur á sjúkrahús 20. desembur. Tá var orsøkin at trupulleikar stóðust av, at hann hevði skift heilivág.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her