Rakul vann á Janu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ajax tapti fyri 25. ferð á rað, og Keypmannahavn vann á útivølli

Øll fýra føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld, og millum dystirnar var ein føroyingauppgerð.

 

Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Rakul S. Wardum og liðfeløgunum í Ringkøbing á heimavølli at vinna á Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg.

 

Málríki dysturin endaði við einum 36-34 sigri til Ringkøbing. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Rakul bjargaði 18 prosent av málroyndunum. Kappingarneytin, Ida Vium bjargaði 15 prosent av málroyndunum, men hon slapp at verja málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum.

 

Jana skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál hjá Viborg.

 

Viborg hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum, meðan Ringkøbing kann í besta føri blíva nummar níggju í deildini. 

 

Í seinasta umfarinum í grundspælinum komandi mikukvøld tekur Viborg móti Sønderjyske á heimavølli. Sama kvøld spælir Ringkøbing á útivølli móti Ikast-Herning.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á útivølli greiðan 32-26 sigur á Aarhus. Í steðginum vóru Pernille og liðfelagarnir á odda 16-9. 

 

Pernille skoraði trý mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Keypmannahavn hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum. Spurningurin er bara um liðið endar á einum fimta ella á einum sætta plássi í grundspælinum.

 

Í seinasta umfarinum í grundspælinum komandi mikukvøld tekur Keypmannahavn móti Nykøbing Falster á heimavølli. 

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu í kvøld fyri 25. ferð av 25 møguligum. Í kvøld gjørdist talan um stórtap 17-32 fyri Ikast-Herning á heimavølli. Í steðginum var útiliðið á odda 14-10.

 

Súna hevur verið røsk at skjóta mál fyri Ajax, men í kvøld bleiv einki mál skotið. Men tað bleiv eitt upplegg til mál í kvøld.

 

Seinasti dysturin hjá Ajax verður á útivølli komandi mikukvøld móti Silkeborg-Voel. 

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1Team Esbjerg2550
2Ikast-Herning2544
3Odense   2542
4NFH 2534
5Keypmannahavn         2528
6Silkeborg-Voel2526
7Viborg HK2524
8SønderjyskE2523
9Skanderborg 2521
10Ringkøbing2519
11Aarhus United2516
12Horsens 2515
13Bjerringbro 258
14Ajax 250