fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.10.2018 (18:30)

Rannvá vil salta so nógv skinn sum gjørligt

- Hetta er ikki eitt vanligt arbeiði hjá einari 21 ára gamlari damu, men hetta er nakað, sum eg tími væl.

 

Soleiðis sigur 21 ára Rannvá Magnadóttir, sum annað árið á rað saltar seyðaskinn fyri familjufyritøkuna, Sp/F Oikos, sum útflytir føroysk skinn. Í ár stendur hon á Drelnesi og tekur ímóti skinnum frá fólki í Suðuroynni, og hon ætlar sær at salta so nógv skinn, hon fær hendur á. 

 

Rannvá Magnadóttir heldur tað hava stóran týdning, at mann ger sítt fyri at dálka minni og ansa eftir umhvørvinum. At lata vera við at blaka seyðaskinn burtur, so at tey heldur kunnu gagnnýtast, er ein góður máti at gera ein mun.

 

- Vit hava so øgiliga nógvan seyð í Føroyum, so tað er synd, um øll hesi vøkru skinnini bara enda í einari bingju og fara upp í royk. Tí er spurningurin bara, um fólk tíma at lata tey inn, ella um tey heldur vilja blaka tey vekk.

 

Les longri samrøðu við hana og við Helgu Nordendal frá Oikos í Sosialinum frá í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her