Rás2 í boyband-hýri

Seinnapartin verður Rás2 í boyband hýri


Leygarkvøldið verður stórt Boyband-tiltak í Høllini á Hálsi í Havn. Í tí sambandi fer Rás2 seinnapartin í dag at verða í røttum boyband-hýri.

Millum klokkan 15 og 17 verður Boyband-sending á Rás2, har tosað verður við fyriskipara, DJ og tónleikara, og nógvur góður boyband-tónleikur verður spældur.

Eisini fær ein heppin lurtari møguleikan at hitta írsku Boyzlife, sum spæla til tiltakið leygarkvøldið. Umframt Boyzlife spæla eisini Danny & The Veetos, Kim Hansen og DJ Mirjam Pætursdóttir á konsertkvøldinum leygarkvøldið.

Eyðfinn Drewsen er vertur fyri sendingina í dag.