Leita á in.fo

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá seinnu hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið á Rás2

Heri Simonsen 13.06.2018 (00:15)

Rás2 sigur frá báðum hálvfinalunum

Í dag verða seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmansteypið leiktar, og Rás2 sigur sum vant frá.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum. Dysturin millum Suðringar og B36 við Stórá í Trongisvági byrjar klokkan 15. B36 førir 4-2 frá fyrru hálvfinaluni. Dysturin millum AB og HB úti í Vika á Argjum byrjar klokkan 18. HB førir 2-0 frá fyrru hálvfinaluna.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum hálvfinalunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her