fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.8m/s

Leita á in.fo

Bjarni Hammer 05.02.2018 (13:41)

Rávørukoloniin í Norðuratlantshavi

Enn einaferð hava vit nógv at takka fyri at fiskur aftur er á grunnunum.

Trolbátarnir norðanfyri hava leingi rokast við toski, hýsu og upsa og garnabátarnir hava góðan fiskiskap. Lív er um at koma aftur á Føroya Banka.

 

Ein skuldi trúð, at hetta vóru góð tíðindir fyri tey fáu flakavirkir vit hava eftir. Heimsins besta rávøra, heimsins besti fiskur, góður prisur, nógv arbeiði, nýhugsan, vinningur og vælferð og góða lív!

 

Tíanveri er veruleikin ein heilt annar: Meginpartin av hesi frálíku ráðvøru verður keyptur av peningasterkum útlendskum feløgum, væl hjápt av føroyskum umboðsmonnum. Eftir standa okkara virkir og teirra arbeiðsfólk - við sviðusoð.

 

Flakavirkini hava tað ikki gott. Tey flóta nærum øll í og undir vatnskorpuni, vinna ongan pening, hava ikki orku til nýhugsan, kappingarførið versnar fyri hvønn dag og um skamma stund lata tey aftur, um vit ikki politiskt gera nakað ið munar.

 

Fyrr varð tosað um banankoloniir í Afrika. Lond har øll rávøran fór óvirkað av landinum. Føroyar eru um at gerast ein rávørukoloni í Norðuratlantshavinum - eitt satt sjálvtøkuborð hjá útlendskum kapitali.

 

Um vit ikki tá vardu okkara pelagiska tilfeingið, við at áseta 2kr/kg á makrel og sild um landa varð uttanlands, vóru hesi stóru nýggju pelagisku virkini ongantíð vorðin bygd í Føroyum.

 

Vit hava longu ásett í lóg, at allur fiskur skal landast í Føroyum. Men tíanverri hevur tað lítlan og ongan praktiskan týdning, tí meginparturin verður bert umskipaður í Føroyum og sendur av landinum aftur, til aðrar tjóðir at arbeiða.

 

Trupuleikin hjá virkjunum er einfaldur, tey hava ikki ta rávørutrygdina sum krevst fyri at fáa veruligan rakstur í virksemi, hóast Føroyar hava nóg mikið av fiskirættindum til tey, serliga á fjarðleiðum. Viljin hjá teimum, ið hava fingið framíhjárættin til hesi fiskirættindini, er lítil til at fiskurin verður virkaður í Føroyum. Útlendski kapitalurin sleppur ráða, sjálvt um føroysku flakavirkini og Føroyar líða undir og av hesum.

 

Vit mugu tora at seta treytir, soleiðis, at botnfiskurin verður framleiddur og góðskaður í Føroyum. Forboð eigur at verða sett fyri at útflyta heilan, óviðgjørdan fisk.

 

Avreiða vit fiskin óvirkaðan av landinum, avreiða vit eisini vitanina til at virka fiskin. Tað hevur tikið Føroyum 170 ár at ogna sær hetta fiska know-how. Fiskivitan, ið hevur verið grundarlagið undir føroysku vælferðini.

 

Nær hoyra vit oddafólkini innan ferðavinnuna tosa um okkara fyrstafloks fisk ?. Lýsa við okkara fiski, so at allur heimurin kemur henda vegin at vitja okkara virkir og matstovur.

 

Á Nýggjárinum í ár var ongin í Kringvarpinum úr vinnuni at meta um útlitini fyri sølu, prísum og virking av okkara fiski í 2018. Fiskurin, sum annars ferð aftaná ferð verður skírdur, sum heimsins besti.

 

Eru vit við at blíva fremmindagjørd frá okkara høvuðsvinnu?

 

Vit fiska t.d. í Barentshavinum og lata afturfyri stórar nøgdir av pelagiskum fiski, sum eins væl kundi verið virkaðar her á landi. Eitt roknistykkið vit eiga at hyggja nærri eftir politiskt.

 

Næstu dagarnar koma skipini aftur av Flemmish Cap, skip eru ávegis heim úr Barentshavinum og byngjurnar við 800 tonsum, sum hava staðið í Kanada, eru loksins ávegis, umframt tað sum verður fiskað kring Føroyar.

Fleiri enn 3000 tons verða landaði í Føroyum komandi dagarnar. Alt botnfiskur frá føroyskum skipum. Spennandi verður at fylgja við, hvussu nógv av hesum, flakavirkini í Føroyum sleppa at arbeiða, og hvussu nógv verður umskipað og sent beinleiðis aftur av landinum.

 

Eg endurtaki: Nú mugu vit taka saman lógvatak um okkara føroysku flakavinnu, tí annars  verða flakavirkini, ið virka botnfisk, bert ein viðfáningur í føroysku fiskivinnusøguni.  

 

Eg vil fegin hava viðmerkingar og onnur góð ráð, ið kunnu hjálpa okkum øllum við at varðveita  lakavirkisvinnuna og fiskivitanina í Føroyum. Tað eiga vit, sum føroyingar og fiskivinnutjóð at megna og finna eina virðiliga loysn uppá.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her