Rebekka afturfarin 23 kilo

Hon vildi orka betur

31 ára gamla Rebekka Petursdóttir hevur ofta ætlað, at gjørt okkurt fyri at lætna og sleppa av við vektina, sum er komin á kroppin eftir tveir barnsburðar, men hon sigur, at hon ikki hevur verið klár. 

 

 

Fyri nakað meir enn hálvum ári síðani gekk Rebekka Petursdóttir niðan brekkuna til ítróttarøkið í Fuglafirði. Brekkan er, sum mongum kunnugt, brøtt, men hetta er ein brekka, sum Rebekka er von at ganga, ein brekka hon hevur gingið ómakaleyst gjøgnum allan sín uppvøkstur í Fuglafirði. Hesuferð gekk hon einsamøll niðan brekkuna, og hon orkaði illa. Hon tivaði og varð kløkk av, at hon varð so móð.

 

 

-Tann dagin var eg glað fyri, at ongin var við mær, og eg var einsamøll, tí eg var so flov yvir, at eg bleiv so móð at ganga niðan eina brekku, sum eg so ofta havi gingið niðan, sum onki, sigur hon.

 


Tann dagin avgjørdi Rebekka, at nú mátti vend koma í. Hon vildi orka betur.

 

 

Síðani tann dagin er Rebekka afturfarin 23 kilo, og er í dag sera glað fyri ta avgerðina hon tók. Eisini sigur Jákup Jacobsen, persónligur venjari og eigari av Yndi Fitness, at tað kom óvart á tey, at Rebekka slett ikki visti, hvussu sterk hon veruliga er.

 

 

-Hon er sterkari enn flest kvinnur, og eisini er hon sterkari enn summir menn, og hon hevur ikki ánilsi fyri tí! Vit, sum hava vant hana, hava bara koyrt meir vekt á til venjingarnar, soleiðis at venjingin áhaldandi varð avbjóðandi, og hon ikki keddi seg, sigur, Jákup Jacobsen.

 

 

Øll greinin um kvinnuna, sum er afturfarin 23 kilo og ikki kennir sína egnu styrki, er at lesa í Sosialinum, sum er á gøtuni fríggjamorgunin.