fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 28.02.2017 (06:34)

Regin og Oddvør fáa 79 millónir í vinningsbýti

Størstu partaeigarar í Bakkarfrost eru móðir og sonur, Oddvør og Regin Jacobsen. Oddvør eigur 9,4 prosent av partapeninginum, og Regin eigur 9,2 prosent.

 

Teirra ongarlutir í Bakkafrosti eru við dagsins kursi í gjár verdir ávikavist 1,219 milliardir krónur og 1,193 milliardir krónur.

 

Tað gevur teimum eisini størsta vinningsbýti. Oddvør Jacobsen fær hesaferð 39,95 milliónir krónur, meðan Regin Jacobsen fær 39,1 millión krónur. Vinningsbýti verður skattað við 35 prosentum. Tað merkir, at Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen skulu gjalda ávikavist 13,69 og 13,98 milliónir í skatti ella tilsamans 27,67 milliónir krónur. Tey fáa tí útgoldið ávikavist 25,42 og 25,97 milliónir krónur í part eftir skatt.

 

Ársúrslitið hjá Bakkafrost í fjør var 1,165 milliard krónur, og felagið fer at rinda út 425 milliónir krónur í vinningsbýti.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her