fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.1m/s

Leita á in.fo

Stefan í Skorini 08.05.2017 (12:45)

Reiðarafelagið mælir til fleiri broytingar

Hóast batar eru at hóma, eru enn fleiri viðurskifti, ið als ikki eru nøktandi í nýggja uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Hetta er greitt, nú landsstýrið hevur kunngjørt tær broytingar, sum skulu gerast í uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni eftir 2017. Við tí fyrivarni at Reiðarafelagið ikki hevur sæð tað endaliga uppskotið, hevur felagið hesar viðmerkingar.

 


Fyri tað fyrsta hevur landsstýrið valt ein at síggja til meira einfaldan leist at bjóða út kvoturnar av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og Eysturgrønlandi. Sambært skrivinum skulu 75% skulu lutast út til tey, sum eru í vinnu, og 25% skulu seljast á uppboðssølu.

 

 

Tó ber ikki til at siga, hvørjar avleiðingar hesin leistur hevur fyri verandi reiðarí. Orsøkin er, at 2018 verður brúkt sum útgangsstøði, soleiðis at hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018. Tá ið kvoturnar vaksa upp um støðið í 2018, verður allur hesin parturin boðin út sum stutt ella long loyvi. Tískil verða kvoturnar í 2018 altavgerandi fyri, hvørjar avleiðingar skipanin fer at hava. Tá eingin kennir kvoturnar í 2018, ber heldur ikki til at siga, hvussu býtið millum verandi rættindi og uppboðssølu verður.

 

 

Harumframt er at kalla einki broytt av týdningi viðvíkjandi umstøðunum hjá heimaflotanum at reka vinnu. Mørkini fyri nær rætturin at veiða tosk, hýsu og upsa kann seljast á uppboðssølu, eru framvegis ógvuliga lág. Rættindi at veiða tosk og hýsu kunnu seljast, tá ið kvoturnar fara upp um ávikavist 10.000 og 5.000 tons. So skjótt tað fer at ganga framá við stovnunum undir Føroyum, skal vøksturin seljast á uppboðssølu.

 

 

Um hugt verður eftir søguligu veiðuni eftir hesum báðum fiskasløgum hevur hon til tíðir verið væl størri enn hetta. Tá stovnarnir vónandi koma fyri seg aftur, skal vøksturin seljast á uppboðssølu. Tí er tað órógvandi, at landsstýrið hevur valt so lág mørk fyri, nær rætturin at veiða hesi fiskasløg kann seljast á uppboðssølu. Einki verður heldur sagt um, hvørja ávirkan seld rættindi hava fyri verandi rættindi, tá ið hesi fiskasløg skulu seljast. Vandin er, at seld rættindi við tíðini fara at máa støðið undan verandi rættindum, tá ið kvoturnar sveiggja upp og niður.

 

 

Viðvíkjandi kvotaskipan skal hon frameftir vera høvuðsamboðið at stýra fiskiskapinum undir Føroyum. Trolarar og línuskip, ið hava sítt høvuðsvirksemið undir Føroyum, eru framhaldandi ímóti eini kvotaskipan til hendan fiskiskapin av fleiri orsøkum. Fyrst og fremst er talan um blandingsfiskiskap undir Føroyum, og tí er sera torført hjá skipunum at fiska reint av tí kvotuni, sum skipini einaferð fáa tillutað. Hetta fer at merkja torførari umstøður hjá fiskimonnum og meira umfatandi umsiting og eftirlit.

 

 

Viðvíkjandi anti-trust hevur landsstýrið tillagað uppskotið rætta vegin. Tó er løgið, at anti-trust markið fyri Barentshavið er lækkað úr 25 prosentum niður í 20 prosent, samstundis sum allur fiskiskapur á fjarleiðum er koyrdur í sama bólk. Hetta fer at hava stórar avleiðingar fyri ávís skip í hesum bólki, tí fleiri av verandi aktørum ikki sleppa at bjóða uppá long rættindi orsakað av hesum mørkum. Eisini er greitt, at summi reiðarí serliga hava rættindi á fleiri fjarleiðum, og tey verða rakt serliga hart av hesi broyting. Reiðarafelagið mælir samanumtikið til at hava eitt anti-trust mark heldur enn at hava tvey mørk bæði fyri fiskasløg og tey samlaðu rættindini.

 

 

Eisini er tað órógvandi, at veiðiloyvini og bólkabýtið verða avtikin. Veiðiloyvini hava undir verandi skipan verið ein trygd fyri, at flotin ikki er vaksin, men heldur hevur tillagað seg við færri skipum. Tá veiðiloyvi verða avtikin í nýggja uppskotinum, kunnu fleiri skip fáa atgongd til fiskiskapin, soleiðis at samlaði fiskiskapurin gerst minni lønsamur, og meira stál skal forrentast við sama veiðigrundarlagi.

 

 

Kravd uppboðssøla av veiddum fiski er eisini avmarkað til 20 prosent, og tað er hóast alt ein lítil bati í mun til fyrra uppskotið. Hetta fer at geva skipum og virkjum betri møguleika at leggja sítt virksemið til rættis eftir fiskiskapi, prísi og øðrum viðurskiftum.

 

 

Ongar broytingar gjørdar viðvíkjandi útlendskum ognarskapi, og forboð verður sett fyri hesum eftir 1. januar 2022. Reiðarafelagið mælir frá at seta forboð fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni. Politiska skipanin hevur seinastu umleið tjúgu árini mett, at tað er skynsamt at loyva avmarkaðum útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni. Tá broytingar vórðu gjørdar í treytunum fyri útlendskan ognarskap í alivinnuni í 2012, fingu verandi eigarar loyvi at varðveita sín ognarlut. Hesin leistur kann eisini nýtast, soleiðis at broytingarnar ikki raka verandi aktørar. Føroya Reiðarafelag vísir eisini á, at nógvur peningur skal útvegast fyri at keypa verandi útlendingar út við sera stuttum skotbrá. Tað verður tískil ein munandi upphædd, sum skal flytast av landinum fyri at keypa verandi útlendingar út.

 

 

Stefan í Skorini

Føroya Reiðarafelag