Reiðarar hava ikki ávirkan á hvønn einasta føroying

– Tað er ikki ein trupulleiki, at valdið í vinnulívinum verður savnað á ov fáum hondum.

 

Tað segði javnaðartingmaðurin av Tvøroyri, Bjarni Hammer, tá hann var gestur í Degi og Viku í gjárkvøldið.

 

Hann segði seg skilja væl, at politiski myndugleikin vil viðgera nærri hendan spurning, men fyri seg var tað ikki ein trupulleiki.

 

Hann helt tað vera størri vanda í at fara at minka fyritøkur, sum longu hava vaksið seg stórar.

 

– Har er løbið koyrt, skal man so minka tær við afturvirkandi kraft, spurdi hann.

 

Hóast Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing á flokstingi hjá Tjóðveldi leygardagin vísti á, at vald og ríkidømi í Føroyum savnast á færri og færri hondum, og at nøkur heilt fá gerast sera rík í Føroyum, so dugir javnaðarmaðurin á Tvøroyri ikki at síggja tað sum ein trupulleika.

 

– Vit kenna øll reiðararnar í Føroyum. Hava teir so stóra ávirkan á hvønn einasta føroying, at eingin torir at siga nakað ímóti teimum, spurdi Bjarni Hammer og svaraði sjálvur, at tað heldur hann ikki.

 

Bjarni Hammer heldur tó, at sjálvandi skal politiski myndugleikin ikki geva reiðarunum vald at stýra politisku skipanini.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja brot úr Degi og Viku í gjár. Øll samrøðan kann síggjast á heimasíðu Kringvarpisns her: http://kvf.fo/dv?sid=66585