fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

- Sandurin plagar at vera so nossligur, men henda dagin var hann avtaglaður við spreingitráði. Mynd: Marita Gulklett.

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (21:37)

Stórt svínarí í Skálafirði

- Sandurin í Skálafirði plagar at vera so nossligur, men henda dagin líktist hann einum ruskplássi - avtaglaður við spreingitráði, sum eisini sløddist um allan bøin.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy - jenskjeld.info

 

Jens-Kjeld Jensen og konan, Marita Gulklett, hava áður gjørt vart við stóru rúgvuna av spreingitráði, sum er rikin á land eitt nú í Sandágerði.

 

- Hetta líkist ongum. Meðan allur heimurin tosar um plastikoyggjar í havinum - og sjálvt Afrika bannar plastikposum - dumpar Tórshavnar Havn framvegis spreingitráð á bláman.

 

Tey hava áður ført fram, at hevði spreingitráðurin so bara skolað upp í Sandágerði - ja, so var tað, sum tað var. Men, soleiðis er tað ikki.

 

- Spreingitráður er allastaðni fram við sjóvarmálanum - í Havn, Kirkjubø, Sørvági, Tjørnuvík og helst aðrastaðni við.

 

Jens-Kjeld Jensen og Marita Gulklett teljast millum teirra, sum ikki duga at skilja, at hetta ikki verður steðgað – líkamikið, hvør meirkostnaðurin vildi verið.

 

Tey taka til, at eitt er, at onkur svav í tímanum og loyvdi felagnum, ið stendur fyri spreingingini, at brúka henda spreingitráð.

 

- Men, hvat við felagnum sjálvum – og hevur tað onga ábyrgd? Kann eitt felag bara velja ta bíligastu loysnina uttan mun til dálkingarvandan og so bara halda fram við dálkingini?

 

Tey vísa á, at líkt er ikki til, at nakar steðgar dálkingini - helst tí, at so verður útbyggingin dýrari. Tey vísa eisini á, at í Noregi verða sperrur lagdar út á sjógv, tá speingitráður verður brúktur.

 

- Tí skulu vit vóna, at sperrur longu liggja á Kaldbaksfirði, nú Tórshavnar Havn eisini dumpar har. Men, vit loyva okkum at ivast.

 

Jens-Kjeld Jensen og Marita Gulklett halda tað avgjørt ikki vera rætt, at fólk skulu noyðast at ganga og henta spreingitráð kring landið, meðan Tórshavnar Havn fyrilitarleyst dumpar.

 

- Slíkt er skrúvan uttan enda. Vit vóna tískil, at eisini onnur enn vit fara at mótmæla og senda klagur inn, siga tey bæði, sum altso eisini henda dagin herfyri hentaðu eina rúgvu av spreingitráði í Skálafirði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her