Reinur alifiskur

Hvørki antibiotika ella leivdir av evnum ímóti laksalús eru ávíst í føroyskum alifiski

Einki antibiotika ella leivdir av evnum ímóti laksalús var ávíst í føroyskum alifiski, og nøgdirnar av tungmetalum og lívrunnum eiturevnum vóru langt undir ásett mørk.

Tað vísa úrslitini av yvirvøku av føroyskum alifiski fyri árini frá 2001 til 2015, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur almannakunngjørt.



Í veterineravtaluni við ES hava Føroyar bundið seg til at kanna eftir, at tøkufiskur ikki inniheldur heilivágsleivdir, og at alifiskur undir framleiðsluni ikki verður viðgjørdur við ólógligum evnum, umframt at onnur fremmand evni í alifiski skulu vera undir markvirði.



- Samlaða tali av sýnum í 2015 vóru 576, og ætlandi vera umleið 600 sýni tikin í ár, upplýsir Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur gjørt yvirvøkur av alifiski á hvørjum árið síðani 2001.



Nøgdur landsstýrismaður

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, fegnast um, at føroyskur laksur borgar fyri góðsku, fiskavælferð og reinum umhvørvi, og er tí høgt í metum og eftirspurdur um allan heim.



- Kanningarnar vísa, at regluverkið og karmarnir kring alivinnuna virka til fulnar, og eru úrslit av einum drúgvum og umfatandi arbeiði gjøgnum mong ár, sigur landsstýrismaðurin.



- Úrslitini staðfesta somuleiðis, at alivinnan livir upp til fremstu altjóða krøv, og prógva visjónina hjá vinnuni og politiska myndugleikanum um, at føroyskur alifiskur skal vera heimsins besti.