Renna í Kallsoynni

Leygardagin er árliga Kallsoyarrenningin

Í morgin er árliga Kalsoyarrenningin aftur á skránni. Tað er rennifelagið Treysti, sum fyri sjeyndu ferð skipar fyri renningini, har runnið verður frá Syðradali til Trøllanes.

 

Eins og undafarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur gongur og onkur tekur eisini túrin á súkklu.  

 

Báturin Sam siglir av Klaksvík klokkan 10.00 til Syðradals, og so verður byrjað at renna næstan beinanvegin, tá komið verður í land á Kalsoynni. 

 

Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og runnið verður ígjøgnum allar fýra tunnlarnar.

 

Til Kallsoyarrenningina í fjør luttóku umleið 120 fólk.